Foreldur hansara vóru- Andrea Charlotta av Breytini í Oyndarfirði og Sofus Haraldsen- Sofus á Dunganum úr Elduvík. Faðir hansara fórt við Ognarbátinum 8. febr. 1919. Báturin varð tikin upp á sleip av einum enskum trolara aftur av útróðri og kom tvørturfyri og holvdist. Seks mans fórust. Hann var við Arizonu bert 15 ára gamal 1932, tá ið hon fórt út fyri Herdisarvík á Suðurlandinum 1932. Mamman doyði 1934, tá var Alfred 17 ára gamal. Hann hevur verið á Ellis- og røktarheiminum í Runavík tey seinastu árini, har vit mangan hava havt gott prát okkara millum. Annars hevur Óli Jacobsen skrivað 3 væl úr hondum greiddar greinir um Alfred í Sosialinum fyri nøkrum árum síðani.
Heilsa til Alfred á hundrað ára degnum
Situr so svinnur og stinnur
undir ellisheima lon
og letur 100 ára løtu
fara lívrunnin av stað
á síni varligu gongd á foldargøtu.
Ja, mangt og mikið
hevur eygað sæð og oyrað hoyrt,
sum rørir hjartað.
Hetta hevur drigið tráðin í
lívssæla nálareygað
við ljómfyltum sorgar-
og gleðisljóði
um tún og gøtu í Elduvík,
um Kristinistein, Knæfallasand
og Kyrjastein.
Bátsmyndir og skipsmyndir
darta út og inn í tínum huga.
Ognarbáturin- líkkista faðir tíns
dróg mangt tárið fram
um eygnahvarm og kjálkabein,
tá ið hesin sjólætst á havsins fjarðarmunna.
Móðir tín, Andrea var av Breytini
Í Oyndarfirði, systir Ellu á Breyt,
sum tók hond í heima við hús hjá tykkum
eftir deyða faðir tíns.
Ella var hóvlig og rólig
gekk í snjóhvítum fyri klæði
og dimmlittum kjóla
fram við húsalon á Breytini,
ið var blómugrøn við hvítum sprossum.
Tann grøni liturin er vónarinnar litur,
og tann hvíti er tann himmalski liturin,
sum dregur hugans tankar
fram í eitt dýrdarljós,
har vón og trúgv
hava bygt brúgv
í tínum ljóslivandi huga.
Væl komst tú undan,
hóast brest við Arizonu,
tá ið hon fórt undir Selvogi í Herdisarvík.
Sigldi heim við Lyru somu nátt-
náttina millum 9. og 10. apríl 1932,
tá ið Laura og Immanuel gingu burtur,
har 38 mans sjólótust.
Nú situr tú friðarmaður, Alfred
á 100 ára degi tínum
við bylgjandi blíðum eygnabrái
tilevnað í Elduvíkarlíð,
við Dalskin og Egg,
og húsanna millum
í vøkru foldarbygdini, Elduvík,
har tú mangan gekst
og gjørdi ein steðg
og tókst til tín ljós, litir, fólk, lomb og seyð,
sum tær beyð
á tínum 100 ára gongulagi við føstum stevi
á hvørjum degi,
sum hevur myndað teg og títt
á tínum lívsdegi – so fagurt og frítt.
Hjartaliga til lukku á tínum 100 ára degi.
Frits




