Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tekniska økið í Klaksvík

Hallstein E. Jacobsen

Í fleiri ár hava vit verið vitni til, at tað tekniska økið í Klaksvík hevur verið illa røkt. Tey seinastu fýra árini hava tó verið serstakliga ring.

Vegir og gongubreytir

Vit síggja runt um í býnum, at vegir verða grivnir av fyri síðani at standa órørdir í langa tíð, áðrenn ein lappaloysn verður gjørd. Hendan lappaloysn blívur í veruleikanum til eina endaliga loysn, og tað kunnu vit sum borgarar í Klaksvíkar Kommunu ikki ganga við til. Dagliga klaga fólk um, at vegirnir eru í so ringum standi, at tá tey fara koyrandi við bili eftir hesum vegum, er tað ikki óvanligt, at okkurt brotnar á bilinum. Hetta tí at høgir kantar eru, har arbeiðini eru.

Tað eru ikki einans bilførarar, sum kæra sína neyð um ta støðu, vegirnir eru í. Tað eru eisini fólk, sum eru til gongu, við barnavogni, á súklu og rennarar. Fólkið í býnum eigur at kunna fara til gongu gjøgnum Klaksvíkina uttan at skula hugsa um, at tey møguliga fara at stíga í eitt hol ella okkurt líknandi, tí at pengar ikki eru settir av til at gera hetta arbeiðið liðugt.

Víkavegurin, Bumshamarvegurin, vegurin Niðan Horn og Garðavegurin. Hetta eru bert nakrir fáir vegir av teimum, sum eru í sera ringum standi, og trupulleikin við vánaligum vegum er voksin serstakliga nógv hesi seinastu fýra árini.

At pengar ikki verða settir av til at gera hesi arbeiði liðug er ikki nóg gott. Vit eiga altíð at miða fram ímóti, at tá vit byrja upp á eitt arbeiði á einum vegastrekki ella einari gongubreyt, so skal hetta gerast liðugt skjótast gjørligt. Borgarar í Klakvík eiga ikki at svíða fyri – ella fáa skaða av – at býráðið ikki vil seta pengar av til at gera arbeiðið liðugt.

Parkering

Eitt, sum eisini merkir nógvar vegir her í Klaksvík, er parkeringin. Tað eru nógvir smalir vegir í Klaksvík, og tí er tað ofta sera trongligt at koma fram at húsum nógvastaðni í kommununi. Hetta er nakað, sum kommunan má fáa skil uppá.

Hesum kann skjótt ein vanlukka spyrjast burturúr, um vit ikki skjótt gera okkurt fyri at fáa bilarnar av vegnum. Vit vita, at børn ikki altíð eru so ansin, tá tey spæla og hava tað stuttligt. Um ein bilur kemur koyrandi har, sum tað er smalt, so hevur hann ikki nógvar møguleikar fyri at síggja børnini fyri bilum, sum standa parkeraðir á vegnum. Hetta er ein trupulleiki, sum kommunan eigur at fara at taka sær av – og ongantíð ov skjótt.

Hetta eru viðurskifti, sum eg vil arbeiða fyri.

Hallstein E. Jacobsen

Býráðsvalevni fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar Kommunu

Harleywoodpaint