– Tað tykist vist, at Jonas F. Rasmussen ikki heldur fram í KÍ.
– Tað tykist vist, at Jonas F.Rasmussen ikki heldur fram í KÍ. Tað skrivaði heimasíðan in.fohjá Miðalhúsinum fyrr í vikuskiftinum.
KÍ liðskiparin hevur ongan sáttmálafyri komandi kappingarár, nú 3-ára sáttmálin gongur út, sumhann gjørdi í 2014. 27 ára gamli miðverjin hevur havt eitt seragott kappingarár í KÍ, sum hevur og fer at halda nullið oftast íár. KÍ hevur tó ikki boðað frá nøkrum enn viðvíkjandi Jonasog tað kundi bent á, sum Norðlýsið eisini skilir, at eingin endalig støða er tikin enn. KÍspældi í dag sín seinasta heimadyst í ár og har bleiv einki sagt alment um, at KÍ og liðskiparin nú fara hvør til sítt.
KÍ spælir leygardagin sín seinasta dyst í ár, tá ÍF tekur ímóti í Fuglafirði.




