Hansara ordiliga gjøgnumbrot kom í fjør, og seinastu dystirnar hevur hann aftur víst dygdir.
Hansara ordiliga gjøgnumbrot kom í fjør, og seinastu dystirnar hevur hann aftur víst dygdir.
24 ára gamli Heðin Klakstein hevur í ár havt eitt sindur trupult við at liva upp til góða kappingarárið í fjør. Men hann er millum leikararnar, ið hava spælt flestar dystir. 11 dystir frá byrjan, meðan hann í 14 dystum er blivin skiftur inn í dystum. Seinastu dystirnar hevur Heðin byrjað at víst nakað av stórspælinum frá í 2015 aftur og í gjár var hann millum teir mest sannførandi i stórsigrinum móti B68.
KÍ boðar í dag frá, at sáttmáli fyri 2017 er gjørdur millum KÍ og Heðin Klakstein.




