HB bakkurin er tann verjuleikarin, sum hevur verið við í flest málum antin við málum ella uppleggum. Dømir ein útfrá hagtølum, so er Jógvan Rói besti offensivi verjuleikarin í 2016.
HB bakkurin Jógvan Rói Davidsen hevur havt eitt gott kappingarár. HB hevur ikki latið nógv mál inn í mun til, at liðið endaði nummar 5, meðan tað í álopspartinum hava verið størri trupulleikar. Í álopspartinum hevur parturin hjá Jógvan Róa tó ikki ligið eftir. Hann hevur lagt upp til 7 mál í ár og er saman við Christian R. Mouritsen tann leikarin hjá HB við flest uppleggum. Eingin annar verjuleikari í Effodeildini hevur verið við í 7 málum sum málskjútti ella uppleggjari. Hanus Jacobsen úr Víkingi er nærmast við 3 málum og 3 uppleggum.
Flest upplegg verjuleikarar 2016:
1. Jógvan Rói Davidsen 7 upplegg
2. Jóhan Jacobsen 5 upplegg
3. Ísak Simonsen 5 upplegg
4. Alex dos Santos 5 upplegg (deyðbóltar: 3)
5. Søren Samuelsen 4 upplegg
6. Jónas Tór Næs 4 upplegg
7. Sørmundur Kalsø 4 upplegg
8. Leivur Joensen 4 upplegg (deyðbóltar: 3)




