Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík – Fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya

Jógvan Sofus Vilhelmsen

Av røttum eitt nógv brúkt heiti, sum ein tó stundum hevur kensluna av at politikarar og valevni í Klaksvík meira brúka til bringuprýði og í fleng.

Fer tú t.d. ein túr norður á Stengurnar, er ikki nógv av “høvuðsstaði” yvir umstøðunum.

Her búleikast útróðrarvinnan, ið gamaní onkuntíð hevur verið størri enn hon er í dag, men sum kortini millum ár og dag ikki hevur kastað so lítið av sær til manningar, á sjógvi eins og á landi, tænastu- og útgerðarveitarar við hartil hoyrandi ringvirkningi, umframt kommunuskatti og havnagjøldum.

Tað skal størri hepni til at finna eitt streymskáp, enn tað sum á sinni kravdist fyri at finna eina rosinu í einum rosinubolla frá Frants (rætt skal vera rætt: tey viðurskiftini eru væl betri hjá lystfartøjunum á bátabrúgvunum), og eyðnast at finna eina spulislangu, skal tú niður á knæ at grulva fyri at skrúva frá og fyri.

Trot er á lyktapelum, og parkeringsviðurskiftini út av lagi. Hetta hevði lættliga og ódýrt verið bøtt, um økið oman fyri skúrarnar varð ruddað og asfalterað.

Kavaruddingin kundi eisini verið munandi betri, og er tað til stóran ampa tá útgerð skal umborð og í land.

Tað gongur væl í kommununi, og í nógvar mátar tykist gott skil at vera í, so onkursvegna havi eg kensluna av, at tað meira skyldast vánaligum samskifti enn illvild, at hesi viðurskifti so leingi hava fingið frið at verið so vánalig sum tey eru, tí tað eru ikki kostnaðarmiklar ábøtur, ið krevjast.

Hetta er mál, ið eg ætli mær at arbeiða fyri at loysa, eyðnast mær at verða valdur í býráðið, men til tess krevst tín hjálp.