Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt frambrot fyri fótbóltin í Klaksvík

Jákup Ósá

Eitt samt býráð atkvøddi í kvøld fyri einum nýggjum skýli í Klaksvík, sum kann blíva eitt tað størsta frambrotið nakrantíð fyri fótbóltin og tess møguleikar í Klaksvík.

Nú er endaliga greitt, at farið verður undir at gera nýtt skýlið í Klaksvík. Ein ætlan, sum hevur verið ávegis í áleið 6 ár, men sum nú endaliga er klár at fara undir. Verkætlanin kostar 11 milliónir, har FSF/UEFA skal gjalda millum 3,3 milliónir.

Hetta kemur at vera eitt ordiligt frambrot fyri nógv viðurskiftir í KÍ og føroyskum fótbólti sum heild. Áskoðaraplássini vera fleiri, umklæðingarviðurskiftini hjá bæði KÍ og vitjandi liðum kemur á eitt nøktandi støði og so fer hetta sum skilst at gera, at tað í framtíðini møguliga koma at vera nógvir landsdystir í Klaksvík. Tá tosa vit ikki um A-landsliðið, men fleiri av hinum landsliðunum. Trupulleikin í dag fyri at hava landsdystir í Klaksvík er fyrst og fremst viðurskiftir, sum eitt nýtt skýlið fer at loysa. Nógvir pengar eru í fótbólti og serliga altjóða fótbólti og tí skal Klaksvíkin, har størstu áskoðarafjøldirnar vanliga eru, vera í oddinum, hvat umstøðum og møguleikum viðvíkur. Tí er hendan íløgan helst ein, sum innan fá ár hevur goldið seg væl og virðiliga inn aftur.

Býráðslimirnir vóru sum heild sera jaligir fyri ætlanini. Allir 11 býráðslimirnir atkvøddu fyri ætlanini, har seinna viðgerð verður um ein mánaða. Ætlanin er fara undir projektering beinanveg og bjóða arbeiðið út, so skjótt sum gjørligt. So tá komandi kappingarár er farið at halla, so koma vit kanska longu at síggja hetta stóra frambrotið fyri fótbóltin í Klaksvík.