Nú tað stundar til Eldraráðsval vil eg boðað frá, at eg eri á listanum til valið til Eldraráð í Norðoyggjum.
Um eg verði vald, vil eg gera mítt besta fyri, at eldri sum búgva á bústovnum kunnu blíva meira virkin í teirra gerandisdegi.
Vit í Eldraráðnum hava saman við Norðoya Bú- og Heimatænastu sett bólkar sum royna at virka fyri, at tey sum búgva á Norðoya Røktarheimi kunnu koma út úr teirra vanliga dagligdegi á stovnunum til fimleik, sang, søgu og hugnaligar løtur. Her fari eg saman við teimum sum koma at mynda eldraráðið, at royna at gera hetta uppaftur betri, við at fáa hetta í verk á øllum bústovnum fyri eldri í Norðoyggjum.
Eisini fari eg at arbeiða fyri at tilhaldi Sóljan fær betri umstøður.
Vit mangla eisini hølir har tey eldru mannfólk og konufólk kunnu gera ymiskt ítriv, t.d. okkurt verkstaðararbeiði, spæla kort, ella bert okkurt stað at koma inn til prát og ein góðan drekkamunn. Hølið har tey eru nú er sera væl egna til felags tiltøk. Og tey ið starvast har gera eitt megnar arbeiði. Tað eru umstøðurnar til einstøk virksemi, har tey í frið og náðum kunna gera tað sum tey hava áhuga fyri sum mangla, haldi eg.
Eisini fari eg at royna at pensionistafelagið Hugni fær hóskandi hús til teirra virksemi.
Smæran er eitt sera gott stað til eldri, har mong eldri koma til ymisk tiltøk, sum eru væl vitjaði. Í stýrinum í Smæruni hevur Eldraráðið eitt umboð, so har kunnu vit eisini gera okkara ávirkan. Hugsi kanska har hevði verið hóskandi at gjørt parkeringsviðurskiftini betri, serliga merkist mangul uppá parkeringspláss tá tiltøk eru í Smæruni. Eisini fari eg at virka fyri, at einlig heimabúgvandi fáa vitjan, og gera felags tiltøk fyri tey. Dansur og sangkvøld eru væl dámd. Og tað fara eg, um eg veri vald, at gera meira av.
So nú bíði eg spent.
Harrin signi tykkum øll, við ynski um ein góðan aldurdóm.
Set krossin við Maria Olsen til eldraráðsvalið 8. november.
Vinarliga
Maria Olsen
Forkvinna í Eldraráðnum í Klaksvík.




