AB leikarin við flest uppleggum vil framhaldandi spæla í Effodeildini og verður tí neyvan at íggja í AB næsta ár, hóast argjamenn ynskja at varðveita leikaran.
20 ára gamli Dan í Soylu skoraði 2 mál og legði upp til 6 mál í landskappingini í 2016. Tað gjørdi hann til leikaran hjá AB við flest uppleggum. Tískil var hann saman við Jóannes Bjartalíð millum yngstu leikararnar við flest uppleggum. Hóast AB ynskir at varðveita Dan, so skiftir hann væntandi felag í vetur.
– Eg havi ikki tikið nakra avgerð enn um, hvat hendur fyri komandi ár. AB hevur bjóðað mær sáttmála fyri komandi ár, men eg vænti ikki, at eg haldi fram av tí, at eg heldur vil spæla í bestu deildini. So júst nú so kann man siga, at eg leiti eftir einum nýggjum felagi. Og har hevur eitt felag víst áhuga, so nú fáa vit at síggja, sigur Dan í Soylu við Norðlýsið.
Dan í Soylu er skrásettur fyri 35 dystir í Effodeildini. Hann er eisini skrásettur fyri landsdystir hjá bæði U17 og U19, meðan hann eisini hevur verið runt U21 landsliðið onkran dyst, tó uttan at fáa spælitíð.




