Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Albert Adu spælir við KÍ í 2017

Jákup Ósá

KÍ styrkir um hópin til komandi kappingarár.

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið tilgongd av nýggjum leikara.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur við Norðlýsið, at felagið kann fegnast um at kunngera, at Albert Adu spælir við KÍ í 2017.

– Vit hava arbeitt við at fáa okkara hóp fyri 2017 uppá pláss í góðari tíð. Tí kunnu vit fegnast um, at Albert Adu kemur til felagið sum ein av nýggju leikarunum. Tað er altíð brúk fyri, at fáa onkrar nýggjar kreftir í hópin og við Adu halda vit okkum hava fingið ein góðan leikara afturat teimum mongu góðu leikarunum, sum frammanundan eru í hópinum, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.

28 ára gamli Albert Adu hevur spælt í Føroyum í tvey ár. Bæði í 2015 og 2016 var hann toppskjútti fyri TB. Hann hevur spælt 49 dystir og skorað 23 mál hesi bæði árini.