Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í tungum sjógvi

Bjarni Hammer

Flakavirkini hava tørv á ráðvørum!

Vit hava langar og stoltar tradisjónir í fiskaarbeiði.

Hetta eru virki við góðum leiðslum og góðum arbeiðsfólkum, og tey eru ein dýrgripur fyri býin. Í Suðuroynni eru tað Delta Seafood og TG Seafood sum arbeiða botnfisk. Norðanfjørðs Vaðhorn o.a.

Slík virki skulu sjálvsagt tryggjast eina góða framtíð.

Nú botnfiskastovnarnir undir Føroyum eru metsmáir – serliga toskastovnurin – er neyðugt, at tað politiskt verður skipað so fyri, at tann fiskur, føroyingar fiska á fjarleiðum, verður reelt atkomiligur hjá føroysku fiskavirkjunum.

Fiskurin skal ikki gleppa okum av hondum og verða sendur til láglønarlond at virkast.

Tað ber als ikki til at tosa um virðisøking, tá nærum onki tilfeingið er at virðisøkja.

Hágvitunar størv innan fiskivinnuna eru eisini neyðug um vit ætla flyta okkum uppá eitt enn hægrið støðið.

Vit skulu tryggja og byggja út fiskavirkis-arbeiðsplássini umframt varðveita ta harðvunnu vitan, vit hava bygt upp innan fyri fiskavirking í meir 150 ár.

Fyrsta treytin fyri at flakavirkini skulu hava lív lagað, mugu vit tryggja teimum nokk av botnfiska tilfeingið.

Í verandi løtu verður tað ikki gjørt. Minnið enn 10% av botnfiskinum sum føroysk skip fiska uttanfyri Føroyar koma til virkingar í Føroyum.

Vit mugu taka saman hendur um flakavirkini, so leingið botnfiskastovnarnir á Føroyagrunninum eru so lágir.

Bjarni Hammer