Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin og Aksel mistu alt á gólvið

John William Joensen

Eftir at Framsókn, Tjóðveldi og Fólkaflokkurin megnaðu at taka borgarstjórasessin frá Heðin Mortensen, var Heðin skjótur at leggja trýst á Tjóðveldi og Framsókn. Trýsti varð so stórt at formaðurin í Javnaðarflokkinum fór inn í málið og boðaði til kreppufundar millum formennirnar í samgonguni. Men eftir at býráðslimirnir hjá Tjóðveldi og Framsókn høvdu gjørt flokksleiðslunum greitt, at tey undir ongum umstøðum fóru at bakka fyri Javnaðarflokkinum, bakkaði formaðurin í Javnaðarflokkinum og endaði bólturin aftur hjá Heðin Mortensen.

At sjálvur Formaðurin í Javnaðarflokkinum, soleiðis alment varð eyðmýktur av Tjóðveldi og Framsókn far uttan iva eitt politiskt eftirspæl millum veljararnar hjá flokkinum. Hóast sitandi samgonga ikki hevur sitið meira enn eitt ár í tinganesi, er hon longu farin at missa undirtøku millum veljararnar og serliga stendur Javnaðarflokkurin seg ill í veljarakanningunum.

Tí er tað ein katastrofa at flokkurin endar í kalda politiska myrkrinum í høvuðsstaðnum.

Í gjár var so sannleiksløtan har Heðin Mortensen kundi gera álvara av sínum hóttanum, og lagt uppaftur størri trýst á Framsókn og Tjóðveldi, við at senda málið um Landsbankan og Váðaráðið aftur í Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum.

Heðin noyddist at eta orð síni aftur og hóast hann var íðin at ganga uppá tingsins røðara pall og gera øllum greitt, hvussu lítið hann helt um málið at endurstovna Landsbankan og stovnað eitt Váðaráð, so gjørdist endin at Heðin bakkaði og atkvøddi fyri hjartamálinum hjá Tjóðveldi, nevniliga at endurstovnað Landsbankan.

Makabur var løtan tá Framsóknar kvinnan, formaðurin í Fíggjarnevndini, á tingsins røðarapallið rósti uppskotinum, og Heðin úr tingsalinum rópti: “Nei – hetta er ikki eitt gott mál!”

Seinast Heðin var í anklettinum í løgtinginum, fór hann í farloyvi tá atkvøðast skuldi og hesuferð varð eyðmýkingin fullkomin, tá hann enn einaferð atkvøddi ímóti síni egnu sannføring.

Sostatt er tað neyvan nakar í politisku skipanini, sum kann taka Heðin Mortensen fyri fult. Um nakar ryggur framvegis er í fyrrverandi borgarstjóranum, so átti Heðin at tikið seg saman, kallað býráðið saman og handa lyklarnar til skrivstovuna á Vaglinum til Fólkaflokkin og Anniku Olsen.

Undir øllum umstøðum er greitt at Javnaðarflokkurin nú glíður út í politiskan náttarmyrkrið í høvuðstaðnum, og stuðulsflokkarnir hjá Javnaðarflokkinum í løgtinginum hava nú sett Fólkaflokkin í hásæti í stórsta veljaraøkinum í landinum.