Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Krevur svar um fólkaatkvøður

Helgi Abrahamsen

Á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 skal løgtingið atkvøða um ein fyrispurning frá Jógvani á Lakjuni til løgmann, um fólkaatkvøður.

Á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 skal løgtingið atkvøða um ein fyrispurning frá Jógvani á Lakjuni til løgmann, um fólkaatkvøður.

Jógvan á Lakjuni spyr, um landsstýrið í uppskotinum um Stjórnarskipan ætlar at halda fast við orðingina um fólkaatkvøður, sum einaferð stóð í uppskotinum. Har stóð, at ein minniluti av løgtinginum skuldi kunna krevja eitt mál til fólkaatkvøðu, aftaná at løgtingið hevði samtykt tað.

Um landsstýrið ætlar at halda fast við hesa orðingina, so vil Jógvan á Lakjuni hava at vita, hvussu løgmaður og samgongan kunnu tað, tá ið somu flokkar síðst í apríl mánaði í ár púrasta skúgvaðu til viks eitt ynski frá ikki minni enn 16 tingmonnum um at fáa málið um hjúnabandslógina út til fólkaatkvøðu?

Jógvan á Lakjuni vísir á, at onkur av samgonguleiðarunum hevur verið serliga heitur talsmaður fyri uppskotinum um fólkaatkvøður, og í seinasta valskeiði, 30. januar 2014, legði formaður Tjóðveldis fram uppskot (Løgtingsmál nr. 68/2013) um at fáa henda møguleikan fyri fólkaatkvøðu inn í núverandi Stýrisskipan Føroya.

“Tað, sum undrar undirritaða, er, at samgongan eftir øllum at døma nú ætlar at biðja Løgtingið og Føroya fólk taka undir við nøkrum, sum samgongan sjálv ikki tekur undir við, og sum hon hevur prógvað, at hon ikki vil praktiserað,” sigur Jógvan á Lakjuni.