Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lívið steðgar ikki um ein mjødn verður skift

Helgi Abrahamsen

Hvørki hæddarræðsla ella ein vánalig mjødn hava steðgað Bjørg á Lava Sundskarð í at ganga uppá hvønn fjallatind í landinum.

Hvørki hæddarræðsla ella ein vánalig mjødn hava steðgað Bjørg á Lava Sundskarð í at ganga uppá hvønn fjallatind í landinum.

“Eg skifti mjødnina í 2000, og síðani tá havi eg verið á øllum 340 fjallatindunum sum eru í Føroyum.” Tað sigur 57 ára gamla Bjørg á Lava Sundskarð úr Klaksvík. Hon og maðurin, Pól Sundskarð, eru fyrstu hjúnini í Føroyum, sum saman hava verið á hvørjum fjallatindi í landinum.

“Eg byrjaði at ganga í fjøllunum onkuntíð í 2012 – 13 ella har á leið,” sigur Bjørg.

“Eg havi verið so ring av hæddarræðslu, at eg havi næstan ikki torað at traðka á ein krakk. Men tað kann ein eisini sleppa av við,” sigur hon og flennur.

“Hæddarræðslan fór so líðandi burtur,” sigur hon.

Hevði ringa mjødn

Bjørg havur heilt frá barnsbeini av havt trupulleikar við mjødnini.

“Eg eri helst fødd við mjadnarfeili og tað bleiv ikki lagt til merkis, fyrr enn eg var 11 ára gomul, so eg bleiv skurðviðgjørd, tá eg var 15 ár,” sigur hon. Men við tíðini vaks pínan og hon haltaði illa.

“Eg bleiv so send niður í 2000, og har varð mett, at tað einasta ið var at gera, var at skifta mjødnina,” sigur hon.

Skurðviðgerðin gekk væl, men Bjørg hevði ikki roknað við tá, at hon fór at ganga so nógv aftaná.

“Tað verður sagt, at ein mjødn av hesum slagnum heldur í eini 8 – 10 ár, men nú hevur mín sitið í í 16 ár og hevur verið uppiá hvørjum fjallatindi í landinum, so tað er helst bara gott at halda seg í gongd,” sigur hon. Í dag merkir Bjørg als ikki, at hon hevur kunstiga mjødn.

“Tað verður ofta sagt aftaná eina slíka skurðviðgerð, at ein kann ikki hetta og hatta, men eg haldi, at ein kann alt,” sigur Bjørg. Hon heldur tað hava stóran týdning at halda seg í gongd og styrkja musklarnar.

“At ganga í fjøllunum gevur nógv. Tað er sum at vera í eini venjingarhøll har tú brúkar allan kroppin,” sigur hon.

Hevur ongantíð verið ítróttarfólk

“Eg veit ikki hvat tað var, sum fekk meg at byrja uppá hetta við at ganga í fjøllunum,” sigur Bjørg og leggur afturat, at hon hevur ongantíð verið ítróttarfólk.

“Pól var byrjaður at ganga í fjøllunum, og hann rann nógv, og eg havi altíð fylgt við á síðulinjuni, so tað var nokk tað, sum fekk meg at royna,” sigur hon.

“Eg fór onkran túrin og bleiv bitin av tí,” sigur hon.

Hevur ongan málsetning

Bjørg heldur, at tað er sera hugnaligt og sosialt at ganga túrar, tá nógv fólk eru við, men eisini tá hon og Pól fara einsamøll í fjøllini er tað hugnaligt.

“Eg havi ikki verið nógvar túrar einsamøll, men tað er tó komið fyri,” sigur hon.

Men hvat er so málið við túrunum, nú hon hevur verið á øllum tindunum í landinum?

“Eg haldi ikki at eg havi nakað mál,” sigur Bjørg.

“Eg tími væl at ganga, og havi verið fleiri ferðir á summum fjøllum, men tú upplivir altíð okkurt nýtt á túrunum,” sigur hon.

Ganga alt árið

“Tað er altíð nógv øðrvísi at ganga í fjøllunum enn at vera her niðri. Vit ganga alt árið, og vetrartúrarnir eru líka góðir sum túrarnir um summarið,” sigur Bjørg.

Spurd um tey ganga í øllum veðri, sigur hon, at tey fara ongantíð avstað í illveðri, men eru tey farin, so venda tey ikki aftur, um veðrið broytist á túrinum.

Nær tey fara næsta túrin dugir hon ikki at siga, tí tað er ofta rættiliga “spontant”.

“Vit hava næstan altíð skógvarnar í bilinum, so vit eru klár, um vit knappliga skuldu funnið uppá at farið onkran túr,” sigur hon og flennur.

Hevur flutt nógv mørk

Bjørg heldur, at hon hevur flutt nógv mørk á túrunum sum hon hevur verið.

“Til dømis tá tað onkrastaðni er bratt, so havi eg mangan hugsað: “Hatta klári eg ikki”, men mørkini eru flutt so við og við, og tað er ein ótrúligur sigursrúsur aftaná, hvørja ferð eitt mark er flutt,” sigur hon.

“Eg hugsi serliga um ein túr vit vóru bæði í Stóru Dímun og Lítlu Dímun sama dag. Tað blivu nógv mørk flutt tann dagin,” sigur hon og flennur.

Hæddarræðsla og ein vánalig mjødn hava ikki steðgað Bjørg Sundskarð í at ganga uppá hvønn fjallatind í landinum, og nú gera hon og Pól eina heimasíðu um fjallatúrar. Síðan verður helst klár fyrst í komandi ári.