Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík
Søkt verður eftir avloysara fyri radiograf frá 01. februar 2017 til 30. septembur 2017. Arbeiðstíðin umfatar dagvaktir og tilkallivakt frá heimi.
Førleikakrøv:
· Umsøkjarin skal hava prógv og góðkenning sum radiografur
· Góð samstarvsevnir og fleksibilitet
· Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Joan Sivertsen, deildarleiðara telefon 454545 lokal 4511, teldupost joan@ks.fo ella varastjóra, Súsannu Olsen telefon 454545 lokal 4606, teldupost susanna@ks.fo
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin 07.12.2016 kl. 12:00.




