Í dag 23. november fyllir Fimleikafelagið Støkk 50 ár. Í hesum sambandi verður almenn móttøka í dag kl. 17 í Bylgjuni í Runavík.
M.a. hugleiða Johan Kjeld og Kai Aage Troest, sum vóru tveir av stovnarunum av felagnum, um fyrstu tíðina hjá Støkk.
Myndaframsýning, sum lýsir øll 50 árini hjá Støkk, hongur uppi í Bylgjuni, og Støkk bjóðar okkurt gott til góman.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




