Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er ætlanin hjá Bagga í 2017

Jákup Ósá

Venjarin hjá Víkingi viðmerkir, hvussu føroyameistararnir fyrireika seg til komandi ár. M.a. kann væntast nýggjur málverji.

Vit kunnu vænta nýggjan málverja hjáføroyameistarunum næsta ár.

Sámal Erik Hentze, høvuðsvenjari hjáVíkingi, sigur, at fyrireikingarnar hjá Víkingi ganga væl og atallir mans halda fram. Eisini Hans Pauli Samuelsen, sum onnur liðsum eitt nú B36 hava víst áhuga.

– Alt er komið uppá pláss við HansPaula og Sorin, so teir halda fram í somu leiklutum sum í ár, harSorin verður leikandi hjálparvenjari. Elias Rasmussen kemur aftureftir at hann var leigaður út til ÍF og hann verður íútgangsstøðinum fyrsti málverji, meðan Bárður á Reynatrøðverður eykamálverji. Teir fáa í øllum førum møguleikan og sumútgangsstøðið vera tað teir, sum vit satsa uppá. Fáa vittrupulleikar, so mugu vit síggja, um vit skulu taka Geza Turi innaftur í hópin ella hvat vit gera, sigur Sámal Erik Hentze viðNorðlýsið.

Møguliga eitt keyp afturat

Víkingur hevur fingið tilgongd aválopsleikaranum Adeshina Lawal, sum er komin úr ÍF. Sámal Eriksigur, at venjingadystirnir koma at vísa, um Víkingur skal styrkjaseg við einum leikara afturat. Um so verður, so verður talan umein spæliskipara á miðvøllinum.

– Vit fara at brúka venjingardystirnirtil at síggja, hvussu sær út hjá okkum. Men tað er einmøguleiki, at vit fara at fáa ein spæliskipara inn í hópinafturat og tá verður tað uttanlands, at vit hyggja, sigur SámalErik Hentze.

Neyvan nakað óvæntað í 2017

Hóast vit bara eru í november mánaða,so torir venjarin ha Víkingi longu nú at siga, at tað mestsannlíkt verður eitt tætt stríð millum fimm lið um at vinnaføroyameistaraheitið.

– Hasi topp 5 liðini frá í ár komaat stríðast um føroyameistaraheitið og har dugi eg illa at peikanakað út til at vera sterkari enn nakað annað. Tað er hvørt ár,at eitt lið yvirraskar og í ár var tað KÍ. Men endar KÍ ikki ítoppstríðnum næsta ár, so skuffa teir og tað sama er galdandifyri hini fýra liðini. Tey kunnu bara skuffa, sigur Sámal ErikHentze.