Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sunda kommuna samtykt fíggjarætlanina

Helgi Abrahamsen

Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt fíggjarætlanina fyri 2017.Størsta málið er Skúlin við Streymin, har 60 mió.kr. eru settar av.

Á býráðsfundi mánakvøldið samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt fíggjarætlanina fyri 2017.

Størsta málið er Skúlin við Streymin, har 60 mió.kr. eru settar av.

Fíggjarætlanin er merkt av, at býráðið hevur uppraðfest trivnaðarøkið. Dagstovnagjøldini eru lækkað, og peningur er settur av til ókeypis bussleið, ið byrjar at koyra 1. januar 2017.

Ein heildarætlan skal gerast fyri ítróttarøkið við Margáir og 800.000 krónur eru settar av til tað í 2017.

2 mió. krónur eru settar av til havnarlagið í Haldórsvík, og peningur er eisini settur av til at fáa gjørt kloakkviðurskiftini liðug í 2017. Eisini er peningur settur av til at byrja arbeiðið við kirkjugørðunum í Tjørnuvík, Hósvík og við Norðskála.

Sunda kommuna er væl fyri fíggjarliga og væl brynjað til framtíðina. Við ársbyrjan er skuldin góðar 13 mió. krónur svarandi til 20% av eini álíkning, og hóast lán verður tikið á 50 mió. krónur, verður samlaða skuldin undir einari álíkning.

Ætlanin er, at øll skuldin skal vera afturgoldin innan 8 ár.