Til ber hjá teimum, sum ikki hava nakran at halda jól saman við, at vera við til jólahald í KFUM&K í Klaksvík jólaaftan klokkan 18.00.
Til ber hjá teimum, sum ikki hava nakran at halda jól saman við, at vera við til jólahald í KFUM&K í Klaksvík jólaaftan klokkan 18.00.
Tað er KFUM&K, sum saman við Pól Johannessyni, trúboðari, ið stílar fyri hesum jólahaldi.
Hann hevur áður skipað fyri hesum, og tá hevur tað eydnast avbera væl, og gestirnir hava tikið væl í móti.
Ein sonn jólaaftan
Hetta er ein framúr møguleiki, tí nógv er á skránni hetta kvøldið; ein sonn jólaaftan, kann mann siga.
Til jólahaldið verður ein góður jóladøgurði borðreiddur, umframt at dessert við rísingreyti og kaffi/te verður omaná. – Viðkomandi fer ikki svangur haðani. Tað er so púra vist.
Umframt matgleðina, verður góður hugni á skránni. Jólaevangeliið verður lisið, sungið verður saman, spurnakapping og dansa jólatræ. – Umframt alt hetta verða mín sann eisini jólagávur at fáa!




