Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilivágs nýtslan hjá alivinnununi minkar í stórum

John William Joensen

Sambært nýggjastu tølunum frá Landsapotekaranum, er heilivágsnýtslan fram til 31. Oktober 2016 umleið ein triðing av heilivágsnýtsluni í 2015. Nýtslan í ár er næstan fimmferðir minni enn heiluvágsnýtslan var í 2012.


Sambært nýggjastu tølunum frá Landsapotekaranum, er heilivágsnýtslan fram til 31. Oktober 2016 umleið ein triðing av heilivágsnýtsluni í 2015. Nýtslan í ár er næstan fimmferðir minni enn heiluvágsnýtslan var í 2012.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, fegnast um góðu gongdina.

– Orsøkin til góðu gongdina er broytt lúsaniðurberjingar strategi, har vit nú leggja dent á niðurberjing av lús uttan nýtslu av heilivági og kemiskum evnum. Í 2016 hava vit nýtt rognkelsi, feskvatn og heitan sjógv at reinsa laksin fyri lús og hetta hevur eydnast sera væl. Í 2017 koma vit at gera enn meir av hesum, og tí vóna vit at síggja enn betur úrslit.

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, sigur at teir í dag eru tað felagið, sum uttan iva brúkar minst heilivág í heiminum.

– Sum dømi kann eg nevnda at eingin av laksunum, sum vit tóku frá august mánaða í ár og til nú hevur fingið nakra viðgerð við kemiskum evnum.

– Tað gongur sera væl við sokallaðu mekanisku avlúsingar tiltøkunum. Harafturat halda vit smáltini longri inni og tí eru tey munandi størri tá tey verða slept á sjógv.

– Ringastu mánaðarnir í árunum til lús eru november og desember, men vit hava sæð munandi minni av lús í ár enn undanfarin ár.

– Nýggja alilóggávan, sum er á veg, fer vónandi at leggja størri dent á opinleika í samband við nýtsluna av heilivági og kemiskum evnum í alivinnuni. Tá hesi tølini verða almenn fara alarar at leggja seg enn meira eftir at avmarkað nøgdirnar av heilivági og kemiskum evnum, sigur Atli Gregersen.

Tølini tala fyri seg:

2011

Heilivág KG 738,0385

Tal av laksum 10.373.691,00

2012

Heilivág KG 11.619.098,48

Tal av laksum 12.390.559,00

2013

Heilivág KG 11.290.662,256

Tal av laksum 12.416.146,00

2014

Heilivág KG 4.893.436,7025

Tal av laksum 13.456.942,00

2015

Heilivág KG 6.450.916,86

Tal av laksum 12.276.317

2016

Heilivág (10 mánar) KG 2.438.224,34

Tal av Laksum 12.395.310