Føroyska liðið, sum komandi vikuskifti 6 – 8. januar skal spæla HM undankappingardystir á heimavølli í høllini á Hálsi er úttikið. Teir sekstan sum skulu umboða Føroyar eru:
Niklas Simonsen, Skjern Håndbold
Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt
Rói Berg Hansen, Neistin
Torkil Hentze, Neistin
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Jónas Gunnarson Djurhuus, H71
Pætur Thomsen, H71
Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt
Fríði Hammer Weyhe, KÍF
Pætur Johansen, StÍF
Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne
Áki Egilsnes, TMS Ringsted
Sjúrður Olsen, VÍF
Teis Horn Rasmussen, Neistin
Pætur Mikkjalsson, Neistin
Føroyar eru í bólk 7 saman við Sveis, Ísrael og Finnlandi. Sveis, sum Føroyar hevur spælt og tapt móti áður, er seeda ovast og verður mett sum sterkasta liðið í bólkinum. Ísrael kenna vit ikki so væl, meðan Føroyar fyrr hevur møtt og vunnið á finska liðnum. Dystarskráin er hendan
Fríggjadagin 6. jan
Kl. 18.00 Ísrael – Finnland Kl. 20.00 Sveis – Føroyar
Leygardagin 8. jan
Kl. 16.00 Finnland – Sveis Kl. 18.00 Føroyar – Ísrael
Sunnudagin 9. jan
Kl. 15.00 Sveis – Ísrael Kl. 17.00 Føroyar – Finnland
Spælt verður um eitt pláss í HM endaspælinum, sum verður í Algeria í summar.
Venjarar hjá liðnum eru Kári Nielsen, Ingi Olsen og Bogi Henriksen. Jákup Durhuus er liðleiðari og Beinta Bendix Laursen fysioterapeut.




