Samlaðu lønirnar (A-inntøkan) í Norðoyggjum í 2016 vóru 1.028 mió. krónur. í 2015 vóru tær 951 mió. krónur. Tað vísa tøl, sum Norðlýsið hevur fingið frá Hagstovuni.
Samlaðu lønirnar (A-inntøkan) í Norðoyggjum í 2016 vóru 1.028 mió. krónur. í 2015 vóru tær 951 mió. krónur. Tað vísa tøl, sum Norðlýsið hevur fingið frá Hagstovuni. Talan er um ein vøkstur á 8,1 %, sum er størsti vøkstur, sum nøkur sýsla í Føroyum hevði í 2016.
Á øðrum plássi kemur Vága sýsla, har vøksturin var 6,3 %, í Eysturoy og Norðstreymoy var vøksturin 6,2 % og á Sandoynni var hann 6 %. Í Suðurstreymoy vuksu lønirnar 5 % og í Suðuroy var vøksturin 3,2 %.
Um vit samanbera hesi tølini við fólkatalið (sum Hagstovan ger upp tann 1. november), so vóru lønirnar størstar fyri hvønn íbúgva í Suðurstreymoy, men um vit síggja burtur frá Suðuroynni, so minkaði munurin millum Suðurstreymoy og hinar sýslurnar frá 2015 til 2016. Sandoyar sýsla er framvegis tann sýslan, har inntøkan fyri hvønn íbúgva er lægst.
Inntøkurnar fyri hvønn íbúgva í 2015 og 2016 býttu seg soleiðis:
2015 2016
Norðoyggjar: 161.000 171.000
Eysturoy: 161.000 169.000
Norðstreymoy:* 128.000 135.000
Suðurstreymoy:* 174.000 179.000
Vágar: 147.000 155.000
Sandoy: 118.000 124.000
Suðuroy: 130.000 134.000
Her skal viðmerkjast, at tølini fyri Norðstreymoy og Suðurstreymoy er eitt sindur misvísandi, tí í yvirlitinum yvir fólkatal verður ikki skilt millum Norðstreymoy og Suðurstreymoy, men millum “Tórshavnarøkið” og “Streymoyar sýsla annars”. Vit hava í hesum tabellunum roknað Tórshavnarøkið sum Suðurstreymoy og Streymoyar sýsla annars sum Norðstreymoy.
Samlaðu lønirnar (A-inntøkan) vóru 8.476 mió. krónur í 2016 móti 8.025 mió. krónum í 2015.




