Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jón Krosslá Poulsen fingið nýtt felag

Jákup Ósá

Álopsleikarin heldur ikki fram í Víkingi og hevur nú gjørt sáttmála fyri 2017.

Jón Krosslá Poulsen, sum í fjør spældi við Víkingi, skal komandi kappingarár spæla við samanlagda liðnum úr Suðuroynni. Tað boðar suðuroyarliðið frá í kvøld. Jón er uppvaksin í Vági, men býr nú í Tórshavn. Hann skal eisini taka sær av venjingunum hjá leikarunum hjá TB/FC Suðuroy/Royn, ið dagliga venja í Tórshavn.  

Jón Krosslá Poulsen er 28 ára gamal og er skrásettur fyri 178 dystir og 40 mál í bestu deildini.