Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er komandi amerikanska stjórnin

Helgi Abrahamsen

Fríggjadagin flytur Donald Trump inn í Hvítu húsini, og samtíðis verða sessirnir við ráðharrum og ráðgevum mannaðir.

Fríggjadagin flytur Donald Trump inn  í  Hvítu húsini, og samtíðis verða sessirnir við ráðharrum og ráðgevum mannaðir. Her er ein stutt gjøgnumgongd av teimum týdningarmestu sessunum.

Mike Pence, varaforseti:

Hann er 57 ára gamal, er guvernørur í Indiana og hevur, mótsett Trump, drúgvar royndir í politikki. Hann er harður mótstøðumaður móti fosturtøku og hjúnaløgum millum samkynd. Hann hevur ikki verið bangin fyri at gera vart við, at hann í onkrum føri hevur verið ósamdur við Trump. Tað hendi til dømis, tá Trump segði, at muslimsk flóttafólk áttu ikki at fáa innfararloyvi til USA.

Rex Tillerson, uttanríkisráðharri:

Hann er 64 ára gamal olju-ríkmaður, og hevur eins og Trump, ongar politiskar royndir. Hann er fyrisitingarstjóri í oljufelagnum ExxonMobile og er millum annað kendur fyri síni handilsligu sambond við russiska forsetan Vladimir Putin.

Steve Mnuchin, fíggjarmálaráðharri:

Hann er 53 ára gamal og er fyrrverandi filmsframleiðari, børsmeklari og stjóri í Goldman Sachs. – Og eins og fleiri av hinum í stjórnini, so hevur heldur ikki hann nakrar politiskar royndir.

Andrew Puzder, arbeiðsmálaráðharri:

Hann er fleirmillióningur og eigur heilar 3.700 fastfood-matstovur. Hann er ímóti at hækka minstulønina, eins og hann eisini er ímóti at geva starvsfólkum rætt til yvirtíðarløn og løn undir sjúku.

Ben Carson, íbúðarmálaráðharri:

Hann er 65 ára gamal og er fyrrverandi nervalækni. Hann stillaði upp ímóti Trump til undanvalini hjá Republikanska flokkinum, men gavst longu í mars og valdi ístaðin at stuðla Trump. Hann hevur ongar politiskar royndir.

James Mattis, verjumálaráðharri:

Hann er 66 ára gamal og pensioneraður generalur. Hann hevur staðið á odda fyri amerikansku herdeildunum í Afganistan og Irak, og sum generalur var hann kendur fyri at vera avgjørdur. Hetta hevði við sær, at hann fekk eyknevnið “Mad Dog” (svaki hundurin).

Wilbur Ross, handilsmálaráðharri:

Hann er fleirmillióningur, og hevur vunnið sínar ognir við at keypa fyritøkur sum vóru um at fara av knóranum, og síðani hevur hann bygt tær uppaftur. Hann heldur, eins og Trump, at handilsavtalurnar sum USA er partur av, eru ikki nóg góðar, men hann er tó hóvligari enn Trump í spurninginum um hvussu bøtast skal um hetta. Hann vil ikki siga upp avtalurnar, men heldur samráðast av nýggjum um tær.

Elaine L. Chao, flutningsmálaráðharri:

Hon var arbeiðsmálaráðharri í stjórnini hjá George W. Bush og hevur sambært New York Times verið í nógv ár ein fastur partur av grundkjarnuni hjá repblikanska flokkinum í Washington.

Tom Price, heilsumálaráðharri:

Hann er ógvuliga konservativur og er limur í kongressini, valdur í Georgia. Hann er harður kritikari av “Obamacare” (heilsunýskipanini hjá Barack Obama), tí hann heldur at skipanin gevur ov nógv vald til Washington. Sjálvur hevur hann síðani 2009 arbeitt við einum øðrum uppskoti um, hvussu ein heilsunýskipan eigur at verða samansett.

Nikki Haley, ST-sendiharri:

Hon er 44 ára gomul og er guvernørur í South Carolina. Hon er ein av ungu stjørnuskotunum í republikanska flokkinum, men tað sigst, at hon hevur ikki nógvar royndir á uttanríkispolitiska økinum. Hon hevur verið sera atfinningarsom móti Donald Trump. Millum annað er hon endurgivin fyri at siga: “Hann er alt tað, sum ein guvernørur ikki vil hava ein forseta at vera.”

Betsy DeVos, útbúgvingarmálaráðharri:

Hon er fyrrverandi formaður fyri republikanska flokkin í Michigan, og hon hevur eisini latið stórar peningaupphæddir til flokkin. Til undanvalini stuðlaði hon ikki Trump. Fyrst stuðlaði hon Carly Fiorina og Jeb Bush, men tá tey fóru úr valstríðnum stuðlaði hon Marco Rubio. Í mars mánaði kallaði hon Trump ein “inntrokara”, sum ikki umboðaði republikanska flokkin.

Mike Pompeo, leiðari fyri CIA:

Hann hoyrir til konservativa Tea Party-bólkin, og er limur í Umboðsmannatinginum. Hann hevur verið harðliga ímóti atomavtaluni, sum USA hevur gjørt við Iran.

Jeff Sessions, løgmálaráðharri:

Hann er senatorur úr Alabama og verður roknaður fyri at vera ein tann mest konservativi í Senatinum. Hann er fortalari fyri einum sera strongum útlendingapolitikki og fyri harðari revsing fyri kriminalitet. Hann er ímóti hjúnaløgum millum samkynd og hevur onkuntíð verið lagdur undir at hava rasistiskar undirtónar í sínum úttalilsum.

Michael T. Flynn, trygdarráðgevi:

Hann hevur verið trygdarráðgevi hjá Trump undir valstríðnum, og var ein av teimum, fáu sum stuðlaðu hansara trygdarpolitikki. Funnist verður at honum, fyri at hava tætt samband við russisku stjórnina, og hann hevur fleiri ferðir verið gestur í almenna russiska sjónvarpinum.

Reince Priebus, starvsfólkaleiðari:

Hann hevur, mótsett Trump, drúgvar politiskar royndir og hevur eisini gott samband við formannin í Umboðsmannatinginum Paul Ryan, sum sjálvur hevur eitt vánaligt samband við Donald Trump.

Kellyanne Conway, ráðgevi forsetans:

Hon er 49 ára gomul og er útbúgving løgfrøðingur. Undir forsetavalstríðnum var tað hon, sum fleiri ferðir mátti greiða fjølmiðlunum frá um nøkur av mest umstríddu úttalilsunum hjá Trump. Tí lá tað líkasum í kortunum, at hon fór at fáa eitt álitisstarv í stjórnini.

Stephen Bannon, strategiskur leiðari:

Hann er ein av mest umstríddu persónunum í nýggju umsitingini. Hann er kendur fyri at vera sera høgravíðgongdur, og mótstøðufólk hansara hava kallað hann ein oddamann fyri rasismu og antisemitismu. Hann hevur eina fortíð í Goldman Sachs.

Jared Kushner, ráðgevi:

Hann er versonur komandi forsetan og skal ráðgeva honum um handilsavtalur og Miðeystur. Hann er 35 ára gamal og hevur staðið á odda fyri stóra íbúðarfelagnum Kushner Companies og hevur útgivið blaðið New York Oserver.

Rík, høgravend, atfinningarsom og fáar royndir
Samanumtikið kann sigast um komandi Trump-stjórnina, at hon er eyðkend við at hava nógvar sera ríkar limir, ið hóast høgan aldur hava sera avmarkaðar politiskar royndir. Har eru nógvir ráðharrar, ið eru høgravíðgongdir og har eru fleiri, sum hava verið atfinningarsom móti Trump undir forsetavalinum.

Kelda: dr.dk (sum hevur upplýsingarnar frá Ritzau, Reuters, nytimes.com, forbes.com, cnn.com, BBC)

Harleywoodpaint