Nýggi leikarin hjá Skála gjørdi veruliga um seg í sínum fyrsta dysti fyri Skála, ið spældi móti ÍF í kvøld.
Nýggi leikarin hjá Skála gjørdi veruliga um seg í sínum fyrsta dysti fyri Skála.
Skála og ÍF spældu venjingardyst á Skála í kvøld. Skála vann stórsigur á 5-0. Bæði liðini manglaðu fleiri av sínum leikarum, ið vanliga spæla á besta liðnum. Skála manglaði m.a. Mamuka Toronjadze, Valerian Iobashvili, André Olsen og Jónhard Frederksberg, meðan ÍF manglaði m.a. Clayton Soares, Boga R. Petersen, Andy Olsen, Gunnar Christiansen og Ndende A. Gueye. Nýggi Skála leikarin Michal Przbylski, sum í vetur er komin frá B68, fekk eina dreymabyrjan í nýggja felagnum og skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki skoraði álopsleikarin hjá Skála, Brian Jacobsen, tvey mál, meðan eitt annað var sjálvmál.
Skála byrjaði við hesum liðnum: (4-4-2): Andras Gango – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Andras Fredriksberg, Leivur Joensen – Michal Przybylski, Edvin Jakobsen, Pætur D. Jacobsen, Jákup Johansen – Brian Jacobsen, Andreas Egebjerg Jacobsen.
Í seinna hálvleiki komu Ólavur Mikkelsen, Aksel Jacobsen, Arnhold Berg og Jákup Joensen inn.
ÍF byrjaði við hesum liðnum: (4-3-3) Jóhannes Djurhuus – Sámal Joensen, Fritleif í Lambanum, Jákup Andrias Gaardbo, Dánjal Pauli Højgaard – Kristoffur Jakobsen, Niels Pauli Danielsen, Jóhan Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard, Margeir Toftegaard, Pól Magnus Petersen.
Í seinna hálvleiki komu Tóri Traðará, Hanus Eliasen og Bergtór T. Thomsen inn.




