Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allar skúlabøkur sum ljóðbøkur

Helgi Abrahamsen

Allar skúlabøkur eiga at vera tøkar sum ljóðbøkur. Tað heldur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, sum hevur lagt uppskot um hetta fyri løgtingið.

Allar skúlabøkur eiga at vera tøkar sum ljóðbøkur. Tað heldur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, sum hevur lagt uppskot um hetta fyri løgtingið. Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag.

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Bjørn Kalsø, at í altjóða sáttmálum um rættindi hjá teimum ið bera brek, eru ásettar reglur um atkomumøguleikar hjá okkum øllum, uttan mun til førleikar. Hann fegnast um, at flest øll hava møguleika at ogna sær innlit við at lesa skúlabøkur, men tað eru eisini mong, sum av ymiskum orsøkum ikki hava hendan møguleikan.

”Blind og sjónveik er ein bólkur, sum er illa fyri á hesum øki. Aðrir bólkar, sum av øðrum orsøkum hava ilt við at lesa, eru eisini verri fyri,” sigur hann.

Ljóðbókatænastan hevur í mong ár verið ein góð hjálp, men møguligt hevur ikki verið at framleitt alt undirvísingartilfar og allar skúlabøkur til ljóðbøkur.

”Men við tí tøkni sum nú er tøk, er kostnaðurin av at framleiða ljóðbøkur lutfalsliga fallin. Tøknin at nýta ljóðbøkur er somuleiðis munandi ment. Hendan tøkniliga menningin hevur havt við sær, at ikki einans nevndu bólkar, men øll kunnu fáa stórt gagn av fleiri ljóðbókum,” sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður. Hann metir leystliga, at tað kostar millum 20.000 og 25.000 krónur at gera eina skúlabók til ljóðbók.