Líkið funnið í Íslandi.
Ein tyrla fann líkið av Birnu Brjánsdóttur í dag. Tíðindafundur hevur júst verið og sagt var at líkið var funnið við Selvogsvita og at Birna var dripin. Nágreiniliga hvussu komu tey ikki inn á, men sagt var at blóð var funnið í reyða Mazdabilinum, sum grønlendingarnir høvdu leigað og at blóðið var av Birnu. Morðvápn var ikki funnið.




