Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin Mortensen ótolnast eftir reglum fyri oljutangar

Helgi Abrahamsen

Tann 2. mars í fjør setti Heðin Mortensen, løgtingsmaður, ein munnligan fyrispurning til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi oljutangum hjá vinnu og privatum húsarhaldum. Nú hevur hann aftur sett ein fyrispurning fyri at kanna, um landsstýriskvinnan hevur sett gongd á málið.

Heðin Mortensen vísir á vandan við, at gamlir oljutangar kunnu elva til ógvusliga dálking í nærumhvørvinum, og tí sóknast hann eftir reglum á økinum.

Tann 12. apríl svaraði landsstýriskvinnan, at hon fór at gera reglur um hetta, og onnur krøv at fyribyrgja dálking í nærumhvørvinum, at galda frá 2017. Eisini segði hon, at hon fór at kanna politisku undirtøkuna fyri at gera eina skipan við ávísum fíggjarligum stuðli í sambandi við skifti av oljutangum.

Enn hava vit einki hoyrt um slíkar reglur, hóast 2017 nú er komið,” sigur Heðin Mortensen.

Sambært tingskipanini skal landsstýriskvinnan svara fyrispurninginum innan 10 yrkadagar, frá  tí  at hann er settur.

Harleyfacadeacryl