Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nótaskipini missa atgongd í ES sjógvi

Helgi Abrahamsen

”Høgni Hoydal plagdi at kalla tað ”politiska útlutan”, men nú er hann sjálvur mitt í rokinum,” sigur Jacob Vestergaard.

”Eg haldi í prinsippinum at tað er í lagi at býta hendaveg og handaveg, um tað er skilagott. Tað havi eg einki ímóti. Men tað sum eg haldi vera galið her er, at mann fyrst lutar út og síðani tekur aftur.” Tað sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður við fiskivinnumálum, nú Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur broytt kunngerðina um makrelfiskiskapin í ES sjógvi fyri inniverandi ár.

Í desember varð fiskiskapurin í 2017 eftir makreli útlutaður. Í eini kunngerð varð tá staðfest, hvussu nógv skipini kundu fiska, og eisini varð ásett hvussu stórur partur kundi fiskast í ES sjógvi. Í kunngerðini stóð eisini at 4.500 tons kundu fiskast til royndir, og av teimum kundu 1.500 tons fiskast í ES sjógvi. Men í farnur viku varð ein nýggj kunngerð lýst, har nótaskipini mistu rættin at fiska 1.500 tons í ES sjógvi. Samlaða makrelkvotan hjá nótaskipunum er tó framvegis óbroytt.

”Hetta er ótrúðliga vánaligur fyrisitingarsiður og lóggávusiður. Atgongdin sjálv hevur nokkso fitt av virði, tí tú fiskar effektivari og fært betri góðsku í ES sjógvi,” sigur Jacob Vestergaard.

”Høgni Hoydal plagdi at kalla tað ”politiska útlutan”, men nú er hann sjálvur mitt í rokinum, bæði á Flemish Cap og her og aðrastaðni, hvar ið mann broytir og manirerar,” sigur hann.

Spurdur um landsstýrismaðurin við hesum hevur gjørt nakað ólógligt, sigur Jacob Vestergaard, at støðan minnir nógv um málið um Jógvan S.

”Tað er eingin ivi um, at um teir sum eru fyri missi leggja í, so eiga teir at fáa endurgjald fyri tað, sum er tikið frá teimum,” sigur hann.

Óvanliga góður fiskiskapur

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur við Norðlýsið, at í kunngerðini í desember stóð, at 1.500 tonsk av royndarkvotuni kundu fiskast í ES sjógvi.

”Men so vísti tað seg, at fiskiskpaurin hevur verið somikið góður, at onnur sum hava atgongd til ES sjógv, hava langt síðani fiskað kvotuna, og tí var hetta einasti møguleikin, um royndarfiskiskapurin skal kunna vera í ES sjógvi,” sigur hann.

Høgni Hoydal undirstrikar, at nótaskipini missa ikki kvotu, men ein regulering verður gjørd í atgongdini til ES sjógv.

Men átti Fiskimálaráðið ikki at vita í desember, at henda støðan kundi íkoma? Tað heldur Høgni Hoydal ikki.

”Um tú hyggur eftir hinum árunum, so hevur tað ikki verið vanligt, at tað hevur gingið so skjótt at fiska,” sigur hann, og hann heldur ikki at hetta málið kann samanberast við málið um Jógan S.

”Eg havi sjálvsagt hugsað um tað málið, men hetta er ikki nøkur afturtøka av nøkrum loyvi. Hetta er bara ein regulering í atgongdini. Eingin missir kvotu,” sigur hann. Hann viðgongur tó, at hetta er ein missur hjá skipunum, og hann heldur eisini at gongdin hevur verið óheppin.

”Men tað er grundað á faktisku umstøðurnar, at fiskiskapurin bleiv nógv betri enn roknað varð við, og tí kundi upprunaliga ætlanin við kunngerðini ikki útinnast,” sigur hann.

Vil drýggja royndirnar

Samlaða royndarkvotan er 4.500 tons, og av teimum kunnu 1.500 tons fiskast í ES sjógvi. Fiskiskapurin í føroyskum og norskum sjógvi tekur seg upp nógv seinni enn hann ger í ES sjógvi, og tí heldur landsstýrismaðurin, at tað er rætt at gera ein part av royndunum í ES sjógvi, tí so er longri tíð at gera royndirnar í.

Men fyri Jacob Vestergaard er málið púra greitt:

28. desember hava nótaskipini fingið loyvi, har tað framgongur púra greitt, hvussu nógv tey kunnu fiska av makreli í ES sjógvi. Ein mánað seinni verður hetta tikið frá teimum aftur,” sigur hann.

Jacob Vestergaard sigur, at hann umhugsar at reisa málið í politisku skipanini.