Tað hevur ikki gingið okkum nóg væl, síðani vit komu yvir aftur. Tað sigur Árni Zachariassen, skipari á Vágasteini. Vit komu á fiskileið fyri trimum døgum síðani, og fyrstu tveir dagarnir drógu vit at kalla svart, men í gjár fingu vit ein hampuligan dag, so vit munnu hava eini 70.000 pund í lastini nú.
Veðrið er so sum so í løtuni og sum eg skilji á hinum bátunum, so hevur fiskiskapurin verið lakari seinastu dagarnar, men eg haldi at Klakkur fekk eini 15 tons í gjár, so tað er ikki heilt av leið hjá teimum, segði Árni Zachariassen í telefonini, av Flemish Cap, fyri lítlari løtu síðani.




