Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útvarpið seksti – Aftur til føroysku tølini!?

Eyðun á Borg

Hjartaliga til lukku við teimum seksti árunum 6. februar! Takk fyri tað, tit hava gjørt fyri føroyskt mál hetta tíðarskeiðið! Tykkara virksemi hevur havt og hevur enn stóran týdning fyri málið.

Góða Útvarpið!

Hjartaliga til lukku við teimum seksti árunum 6. februar! Takk fyri tað, tit hava gjørt fyri føroyskt mál hetta tíðarskeiðið! Tykkara virksemi hevur havt og hevur enn stóran týdning fyri málið.

TØLINI: Útvarpið byrjaði so rætt og so sjálvsagt við at brúka tey føroysku tølini (seksti og ikki ”trýsj”); men av onkrari løgnari orsøk, okkurt slag av stuttskygni, smásinni, varð farið aftur til tey donsku tølini, sum danski skúlin í Føroyum hevði lagt niður í okkum seinnu helvt av 1800-árunum!?!

At fara aftur til ”trý og tretivu” (hví ikki tre og trítivu?), ”fýra og hálvfjerðs” (hálvfjórðs?) og ”fimm og hálvfems” (hví ikki fem og hálvfims?), eftir at fólk so spakuliga vóru farin at venja seg við føroysku tølini, var eitt SYNDARLIGA STÓRT MISTAK!!

Góða Útvarpið (Kringvarpið)!

Gott í tykkum! Sekstiáradagurin er eitt gott høvi til at umhugsa at fara so spakuliga inn aftur á leiðina við føroyskum tølum! Tað er lættari og einfaldari at siga og skilja ”sjeytifimm” heldur enn tað øvuta ”fimm og hálvfjerðs”, ikki minst hjá skúlabørnum.

Tit kunnu kanska byrja við at siga tey rundu tølini á føroyskum (tríati, fýrati, fimmti) og altíð siga ”sekstiárini”, ”sjeytiárini” í staðin fyri ”trýssini”, ”hálvfjerðsini”!

Góðu avvarðandi myndugleikar! Gerið okkurt við ”talmálið”! Í Noregi bar til at venda skútuni, eftir at tey eisini høvdu mist síni tøl av danskari ávirkan! So tað ber til! (Gekkurin hevði verið eitt gylt høvi í fyrstu atløgu)!

Endamálsorðingin: Har stendur, at Kringvarpið skal ”varðveita og fjálga um málið” (eisini tølini) og ”tryggja starvsfólkunum holla, málsliga ráðgeving”. Hvussu gongur?

Við vón um nýhugsan á taløkinum!

Blíðan byr á leiðini, Útvarpið (Kringvarpið)!

Við mál- og talkvøðu

Eyðun á Borg