Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli gloymt at Bárður hevur skift felag

Jákup Ósá

Venjingardystur: Bárður J. Hansen legði inn fyri og Atli Gregersen knallaði bóltin í málið.

Venjingardystur: Bárður J. Hansen legði inn fyri og Atli Gregersen knallaði bóltin í málið.

Mikukvøldið spældu NSÍ og Víkingur venjingardyst í Runavík. Víkingur kom á odda við máli frá Adeshina Lawal, sum skoraði sítt 5. mál í 6 dystum. Men NSÍ fekk javnað. Atli Gregersen hevði hesa løtuna møguliga gloymt, at Bárður J. Hansen ikki longur leggur bóltar inn fyri hjá Víkingi. Tí tá Bárður, ið hesaferð spældi høgri vongbakkur hjá NSÍ, legði inn fyri, so gjørdi Atli Gregersen ikki mætari enn at hamra bóltin í málið. Sjálvmálið var tað seinasta í dystinum, sum endaði 1-1.

NSÍ byrjaði við hesum liðnum (3-5-2): Karstin Hansen – Tobias Olesen, Per Langgaard, Jens Joensen – Bárður J. Hansen, Petur Knudsen, Betuel Hansen, Árni Frederiksberg, Andri Benjaminsen – Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen. NSÍ gjørdi onga útskifting.

Víkingur byrjaði við hesum liðnum (4-2-3-1): Elias Rasmussen – Gert Hansen, Atli Gregersen, Sorin Anghel, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen, Sølvi Vatnhamar – Filip Djordjevic, Adeshina Lawal, Hans Pauli Samuelsen.