Ein giktsjúka oyðilegði lívið hjá Stig Pryds. Í dag klárar hann at kava í meiri enn sjey minuttir uttan hjálpitól og er ein av heimsins bestu fríkavarum.
Ein giktsjúka oyðilegði lívið hjá Stig Pryds.
Í dag klárar hann at kava í meiri enn sjey minuttir uttan hjálpitól og er ein av heimsins bestu fríkavarum.
Nú er møguleiki at hoyra meiri um hansara dramatiska lív í Torravikuni og at síggja eina demonstratión av hvussu leingi hann klárar at halda andanum.
Hoyr eisini Kristu Mørkøre greiða frá, hvussu hon, eftir eina stóra skurðviðgerð í heilanum, megnaði at koma aftur til tað sum hon er í dag, nevnliga fremsta svimjustjørna í øllum norðurlondum á sínum øki.
Tú kemur eisini at uppliva nýggja tónleikaverkið U-turn hjá Eyðun Ranason Nolsøe, eins og vit fáa eitt gott prát á hugnaligari kafé eftir tiltakið.
Alt tiltakið verður varpað út ígjøgnum fremstu ljós- og ljóðtøkni og landsins størsta skýggja.
Tryggja tær tí atgongumerki á atgongumerki.fo longu nú, tí talið á atgogumerkjum er avmarkað.
Tiltakið verður í Klaksvíkar Svimjuhøll hóskvøldið 16. februar kl. 19:00.




