Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leirvíkingur og Gøtumaður til B68

Jákup Ósá

B68 hevur verið í Eysturkommunu eftir styrki.

B68 hevur gjørt sáttmála við tveir nýggjar leikarar.

B68 boðar í dag frá, at besta liðið hevur styrkt um hópin. Talan er um 21 ára gamla gøtumannin Svein Justinussen, sum seinastu árini hevur leikt við næstbesta liðnum hjá Víkingi. Hin er 32 ára gamli leirvíkingurin Magni Høgnesen, sum seinastu árini hevur búð í Danmark. Hann spældi í Føroyum seinast í 2006, tá hann umboðaði LÍF. 
B68 spælir í ár í 1.deild eftir niðurflytingina í fjør. 
Á myndini, sum B68 eigur, eru annar av nýggju leikarunum, Magni Høgnesen, og Jóhan Dávur Højgaard, nevndarlimur í B68.