”Tað vóru 160.000 gistingar í ferðavinnuni í fjør, tað eru 600 fleiri enn fyrrárið, svarandi til ein vøkstur á 0,4%.” Tað skrivar Hagstovan á síni heimasíðu.
”Tað vóru 160.000 gistingar í ferðavinnuni í fjør, tað eru 600 fleiri enn fyrrárið, svarandi til ein vøkstur á 0,4%.” Tað skrivar Hagstovan á síni heimasíðu.
Um vit hyggja eftir talinum av gestum, so vóru teir 2.500 fleiri í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 4%.
Meðan gistingarhús stóðu seg væl við einum vøkstri á 8%, var ein munandi afturgongd á 20% tilsamans fyri leigu av húsi ella íbúð, bóli og bita og kamping.
Tá talan er um innskrivingar av persónum, er tað ein vøkstur á eini 2.500, frá 62.900 í 2015 til 65.400 í 2016. Her eru 3.900 fleiri innskrivingar á gistingarhúsum og 1.400 færri fyri hinar gistingarhættirnar.
Verður hugt eftir hvaðani tey ferðandi koma, so var ein triðingur av gistingunum hjá ferðafólki úr Danmark, og ein fjórðingur vóru føroyingar sjálvir. Tað var eisini frá føroyingum, at størsti vøksturin kom, síðani frá týskarum, dønum og fólki úr Asia. Størsta afturgongdin var frá bretum, fraklendingun og finnum.
Tað er vert at hava í huga, tá vit samanbera gistingar og gestir í 2016 við 2015, at tað var ein óvanliga stórur vøkstur í ferðavinnuni í 2015 í samband við sólarmyrkingina í mars tað árið.




