Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Róland nýtt tænastuskip hjá Bakkafrost

Jóhann Lutzen

Bakkafrost hevur undirskrivað sáttmála um keyp av einum skipi afturat, líknandi sum “Martin“. Nýggja skipið fær navnið “Róland“, sum var annar bróður Hans á Bakka. Sostatt eru teir tríggir brøðurnir, ið stovnaðu Bakkafrost í 1968, kallaðir upp við hesum trimum stóru tænastuskipunum hjá Bakkafrost.

Vit hava keypt somu skipan, sum er monterað umborð á “Martin“, til at reinsa laks fyri lús. Við hesum skipinum veksur samlaði kapasiteturin hjá Bakkafrost munandi at reinsa fiskin við vatni og uttan at nýta kemisk evnir.

Róland” kemur ætlandi í føroysku skipaskrásetingina longu miðskeiðis í mars. Væntandi verður skipið klárt at fara í vinnu í juni í ár.