Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Matvøruframleiðsla til heimamarknaðin sleppur undan løggilding

Helgi Abrahamsen

Poul Michelsen, landsstýrismaður vil gera tað lættari at selja fleiri matvørur í Føroyum, sum ikki eru tilvirkaðar á løggildum matvøruvirki.

Poul Michelsen, landsstýrismaður vil gera tað lættari at selja fleiri matvørur í Føroyum, sum ikki eru tilvirkaðar á løggildum matvøruvirki. Hann hevur tí lagt uppskoti um hetta fyri løgtingið. Sambært uppskotinum kann talan vera um matvørum úr seyði, neytum, flogfenaði, fiski, eplum, rótum, rabarbum og øðrum.

Skipanin skal bara galda fyri framleiðarar, ið hava ein umsetning ið liggur niðanfyri eitt mark, sum landsstýrismaðurin ásetur. Markið kann í mesta lagi vera 1 mió. krónur.

Endamálið við uppskotinum er at gera tað lættari hjá smærri framleiðarum at fara í gongd við at framleiða og selja til heil- og smásølur, og mett verður, at brúkarin fær lættari atgongd til eitt størri og meiri fjølbroytt úrval av mati.

”Tað hevur ávísar fíggjarligar avleiðingar fyri matvøruframleiðarar at fara undir eina løggildingartilgongd, og tí verður mett, at framleiðsla av ávísum matvørum skal sleppa undan løggildingarkrøvunum í matvørulógini,” sigur Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið.

Eftir galdandi matvørulóg eru matvøruframleiðsla til nýtslu í egnum húsarhaldi, og matvørur, ið verða seldar beinleiðis til endabrúkaran (durasøla), undantiknar kravinum um løggilda matvøruframleiðslu.

Vit hava eina siðbundna matvøruframleiðslu, serliga hvat seyðakjøti viðvíkur, og tí varð í matvørulógini, viðvíkjandi framleiðslu og sølu av turrum og røstum føroyskum seyða og neytakjøti til handlar og matstovur, ásett eitt tíðaravmarkað undantak frá kravinum um løggilda matvøruframleiðslu. Hetta undantak var galdandi til 1. januar 2017.

”Um hildið verður fast um verandi skipan, har kravt verður, at matvøruframleiðsla, ætlað til sølu til brúkaran umvegis heil- ella smásølur, bert kann fara fram undir løggildum umstøðum, er vandi fyri, at smærri framleiðarar bert fara at framleiða til egið brúk og til durasølu. Hetta avmarkar útboðið av føroyskum mati á heimamarknaðinum,” sigur Poul Michelsen í viðmerkingunum til uppskotið.

Av tí at eitt ávíst mark verður sett fyri, hvussu stórur umsetningurin kann vera hjá teimum sum verða undantikin krøvunum um løggilding, verður framleiðslan hjá teimum ikki mett at vera ein verulig hóttan móti størri vinnuligum framleiðarum.

Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag.