Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra undirskriftir afturat í ÍF

Jákup Ósá

Fýra leikarar hava gjørt sáttmála við ÍF fyri kappingarárið 2017. Og ein kann siga, at tað er nýtt og gott gamalt.

32 ára gamli Áki Petersen og 26 ára gamli Dánjal á Lakjuni kenna teir flestu fótbóltsáhugaðu føroyingarnir. Hinir báðir eru 22 ára gamli Bergtór T. Thomsen og 19 ára gamli Sámal Joensen. Teir hava ikki spælt á besta liðnum hjá ÍF áður, men eru eins og hinir báðir uppaldir í ÍF. 
ÍF spælir sunnudagin í Trongsivági móti TB/FC Suðuroy/Royn.