Tær halda altjóða kvinnudagin við maner. Her er harða kjarnan í Norðoya Gongufelag. Í gjár lýsti gongufelagið á facebook heimasíðuni við einum gongutúri í morgun, niðan á Kjøl.
Sum sæst á myndini, so var ikki stór undirtøka av mannfólkum. Men tað ørkymlaði ikki kvinnurnar, tær hava verið á Kjøli í morgun og hava fingið eina góða byrjan á Kvinnudagin. – Sterkar eru tær.




