Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Niðurlaging í Norðoyggjum

Hanus Hansen

Í útvarpinum mikukvøldið klokkan 18.00 var eitt innslag um avleiðingarnar av uppskotinum hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipan. Tó var innslagið heldur misvísandi, og tí kenni eg meg noyddan at prenta hesa rættleiðing

Í útvarpinum mikukvøldið klokkan 18.00 var eitt innslag um avleiðingarnar av uppskotinum hjá landsstýrinum um fiskivinnunýskipan. Tó var innslagið heldur misvísandi, og tí kenni eg meg noyddan at prenta hesa rættleiðing.

Landsstýrismaðurin boðaði frá, at“tað er eingin, sum hevur sítt virksemið í dag, sum má skerja tað”. Hetta merkir, at verandi virksemið í flotanum ikki verður ávirkað av uppskotinum um nýskipan. Hendan boðskapin hevur Óluva Klettskarð endurtikið í Norðlýsinum. Hetta er ikki rætt, og tað er harmiligt, at veruleikin ikki verður lýstur objektivt.

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið (síðu 70) høvdu 8.324 tons av botnfiski í Barentshavinum og Svalbard verið seld á uppboðssølu í 2016. Av hesum høvdu Gadus og Sjúrðarberg hjá JFK mist umleið 3.700 tons – ella góð 1.800 tons í part. Hetta er ein munandi partur av samlaðu kvotuni hjá hesum skipum.

Hetta merkir, at grundarlagið undir hesum skipum verður niðurlagað. Samstundis eru anti-trust reglurnar soleiðis háttaðar, at hesi skip ikki sleppa at keypa tilfeingið á uppboðssølu á jøvnum føti við hini sambært grein 6 í uppskotinum. Orsøkin er, at tá onnur skulu framat, so má onkur missa.

Hetta merkir aftur, at grundarlagið undir hesum báðum skipunum minkar munandi. Tí er ikki vist, at grundarlag verður fyri tveimum skipum í framtíðini, tá kvotan bert røkkur til annað skipið. Tá umhugsa vit sjálvandi at selja annan trolaran og savna rættindini á hinum.

Tað sama ger seg galdandi fyri heimaflotan, har vit helst hava nátt bæði anti-trust markinum uppá 15% fyri ymisku fiskasløgini undir Føroyum og samlaða anti-trust markinum uppá 12%.

Tískil kunnu vit ikki vaksa, tá kvoturnar vaksa, men vit skulu minka, tá kvoturnar minka og fer sjálvandi innan fá ár at ganga útyvir rávørutilgongdina til Kósina, tí virksemið hjá JFK fer uppum samlaða anti-trust markið uppá 12 %.

Við tað at vit fara uppum hetta markið, noyðast vit at minka um samlaða virksemi fyri at koma niðurum markið og tað sigur seg sjálvt at tá verður neyðugt at skera tað virksemi frá, sum ikki gevur avkast, tvs. tey loyvir, sum eru knýtt til virksemi á Kósini. Um vit ikki gera tað, fáa vit ikki hildið áfram við tí virksemi, sum gevur avkast.

Hetta kann ikki metast sum annað enn niðurlaging av okkara virksemi í Norðoyggjum.

Eg skal viðmerkja, at eg hóast áheitan til Fiskimálaráðið ikki havi fingið innlit í teirra útrokningar, so hetta er enn við ávísum fyrivarni. Fyri kvoturnar í Barentshavinum hava tey tó viðgingið at vit fáa 3.700 tons minni í 2018 enn í 2017,um samlaðu kvoturnar verða á sama støði.

Vinarliga,

Hanus Hansen, reiðari