Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Felagið Nótaskip: Óvist hvussu hetta rakar nótaskipini

Helgi Abrahamsen

“Vit sita í løtuni og rokna uppá tað, men trupulleikin er, at okkum manglar so nógvar upplýsingar, og í onkrum føri er eisini ósamsvar í tekstinum í uppskotinum.” Tað sigur Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip um nýggja fiskivinnuuppskotið.

“Vit sita í løtuni og rokna uppá tað, men trupulleikin er, at okkum manglar so nógvar upplýsingar, og í onkrum føri er eisini ósamsvar í tekstinum í uppskotinum.” Tað sigur Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip um nýggja fiskivinnuuppskotið. Av somu orsøk ber ikki til at siga í verandi løtu, hvussu uppskotið fer at raka nótaflotan.

“Vit hava spurt í Fiskimálaráðnum, hvussu ymiskt skal skiljast, men tey duga ikki at svara okkum í løtuni,” sigur Jógvan Jespersen. Hann hevur tó fingið lovað eitt svar úr Fiskimálaráðnum í morgin.

Jógvan Jespersen sigur, at tað mangla nógvar fyritreytir, sum landsstýrismaðurin skal koma við seinni, og í øðrum førum er lógarteksturin ógreiður.

“Tá kvotan minkar, so fáa øll minni, men tá kvotan fer upp aftur, hvat hendir tá? Tað ber ikki til at finna útav út frá fyriliggjandi uppskoti,” sigur hann.

Feløgini sum eru partur av Felagnum Nótaskip eru somikið fá í tali, at tey umsita øll meira enn 15 prosent av verandi kvotum. Tað merkir, at tey eru omanfyri hámarkið, og tí kann hvørt av feløgunum bara bjóða uppá 15 prosent av teimum 20 prosentunum sum verða seld sum stutttíðarloyvi. Men Jógvan Jespersen er ikki vísur í, at hetta verður endaliga støðan.

“Faktorarnir sum skulu brúkast fyri at rokna hetta út eru ikki allir kendir, og tann sum hevur sitið í Fiskimálaráðnum og roknað hetta út, kann ikki svara mær uppá hetta. Hann hevur lovað at koma við tí í morgin,” sigur Jógvan Jespersen.

“Mann hevur mangan sett seg inní kompleks ting, men eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi sum hetta,” sigur hann.