Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rógvi Reinert: Spurningurin er í mun til hvat

Helgi Abrahamsen

Nógv kjak hevur verið seinastu dagarnar um rættindini hjá verandi skipum í Barentshavinum. Sambært reiðarunum fara skipini at missa rættindi, tá nýggja fiskivinnuskipanin kemur í gildi, meðan politikarar í samgonguni siga, at tey fara ikki at missa nakað.

Nógv kjak hevur verið seinastu dagarnar um rættindini hjá verandi skipum í Barentshavinum. Sambært reiðarunum fara skipini at missa rættindi, tá nýggja fiskivinnuskipanin kemur í gildi, meðan politikarar í samgonguni siga, at tey fara ikki at missa nakað. Vit hava spurt Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, hvør veruliga støðan er.

Rógvi vísir á, at rættindini hjá verandi reiðaríum eru bygd á miðaltalið tey seinastu 10 árini.

“Um kvotan verður tann sama, sum hon hevur verið í meðal seinastu 10 árini, so missir eingin nakað. Men um nýggj rættindi koma afturat (og tað veit eingin enn), so hevur landsstýrismaðurin heimild at selja tey út,” sigur hann.

Spurdur ítøkiliga um til dømis JFK eftir nýggju skipanini og við verandi kvotu hevði mist í 2016 í mun til gomlu skipanina, sigur Rógvi, at tað ber ikki til at seta roknistykkið soleiðis upp.

“Felagið hevði mist í 2016, tí at kvotan var so óvanliga stór, men tey høvdu ikki mist í mun til miðaltalið,” sigur Rógvi Reinert, og hann leggur afturat:

“Reiðaríið hevði fingið meira enn tað fekk til dømis í 2011.”

Kunnu minka sum frálíður

Eitt av endamálunum við nýggju fiskivinnuskipanini er at loyva nýggjum aktørum inn í vinnuna, men hvussu kann nakar nýggjur sleppa inn, um teir verandi einki skulu missa?

“Tað gera teir, um eitt nýtt ár hevur nýggj rættindi við sær. Um eingi nýggj rættindi eru í einum ári, so sleppur eingin nýggjur framat,” sigur Rógvi Reinert.

“Men um kvotan fyrst veksur og síðani minkar aftur, so kann parturin hjá verandi aktørum minka,” sigur hann.

Kvoturnar í Barentshavinum svinga nógv

Júst hetta við stórum broytingum í kvotunum hevur verið eyðkent fyri Barentshavið.

Í 2008 áttu føroyingar rætt til 13.540 tons í russiskum sjógvi og í 2014 var hetta talið 28.200 tons – altso ein øking á heili 108 prosent eftir 6 árum.

Rættindini sum skipini missa hvørja ferð kvotan minkar verða seld á uppboði. Ein partur fer til langtíðarloyvi og ein partur fer til miðallong loyvi. Seinastu 20 prosentini verða seld sum stutttíðarloyvi (fyri eitt ár ísenn), og tað er bara henda partin, sum verandi reiðaríð kunnu bjóða uppá. Tó kunnu tey í mesta lagið bjóða uppá 25 prosent av hesum 20 prosentunum hvør. 25 prosent av 20 prosentum gevur 5 prosent.

Hoyringstíðin skal greiða fløkjuna

“Uppskotið er nú sent til hoyringar, og eitt endamál við tí er, at allir partar skulu hava møguleika at skilja tær annars torføru útrokningarnar,” sigur Rógvi Reinert.

“Nógvar ásetingar skulu gerast við kunngerðum og tær eru ikki gjørdar enn, so har er framvegis nakað eftir at gera,” sigur hann.

“Verandi aktørar hava rætt til alt sum er innanfyri langtíðarjavnvágina, og so leingi sum eingi nýggj rættindi koma, so kemur eingin nýggjur aktørur framat,” sigur Rógvi.

Í løgtinginum mikudagin var Høgni Hoydal, landsstýrismaður, munandi meira avgjørdur, enn tað sum aðalstjórin kann toyggja seg til. Hann beinleiðis lovaði, at einki av verandi reiðaríum fer at missa nakað:

“Tað er eingin sum hevur virksemi í dag, sum má skerja tað,” segði Høgni Hoydal av løgtingsins røðarapalli.