Á sentrala miðvøllinum verður helst okkurt heilt nýtt navn.
Nógv avboð, serliga á sentrala miðvøllinum, gera, at tað kanska er eyka spennandi at fylgja landsliðsúttøkuni hesaferð. Mánamorgunin kl. 10.00 fer Lars Olsen at seta nøvn á leikararnar, sum skulu við til Andorra til ein sera týðandi dyst seinni í hesum mánaðinum.
Undan dystinum er greitt, at Sonni Ragnar Nattestad, Brandur Olsen, Fróði Benjaminsen og René S. Joensen ikki eru tøkir. Andreas Lava Olsen, ið var úttikin seinast, er neyvan heldur tøkur. Hann hevur nærum einki spælt í ár vegna skaða. Í kvøld skrivar in.fo eisini, at Róaldur Jakobsen heldur ikki er tøkur. Tí vera helst onkur nýggj nøvn við, har tað serliga á sentrala miðvøllinum sær tunt út. Í fjør sóu vit, at bæði Tróndur Jensen og Bogi R. Petersen blivu úttiknir, men Tróndur er neyvan uppá tal hesaferð, tí hann sat á bonkinum hjá HB móti 07 Vestur. Í Danmark spæla leikarar sum Meinhardt E. Olsen, Jákup Thomsen, Teit Jacobsen og Jonas G. Hansen, men burtursæð frá Jonas, so eru hetta ikki leikarar, ið spæla sentralt á miðvøllinum. Men velur Lars Olsen at venda eyguni móti føroyskum fótbólti, so er 18 ára gamli Jákup B. Andreasen úr KÍ nevndur sum eitt boð í leysasøgunum undan úttøkuni, men tað skal takast við størsta fyrivarni. Aðrir møguleikar til miðvøllin kundu verið t.d. Eli F. Nielsen (B36), Karl Løkin (NSÍ) Rógvi Joensen (TB/FC Suðuroy/Royn) og áðurnevndi Bogi R. Petersen (ÍF).
Hjá KÍ er Páll A. Klettskarð, ið ikki var úttikin seinast, helst eisini eitt boð til at sleppa við í hópin hesaferð, men tað veldst eitt sindur um, hvussu nógvir álopsleikarar sleppa við. Eftir sum at talan er um dyst móti Andorra, har Føroyar sambært veddingarfyritøkunum eru favorittar, so er ikki óhugsandi, at fleiri álopsleikarar vera úttiknir. Fyri norðoyingar, sum vænta KÍ leikarar í hesum A-landsliðshópinum, so eru teir báðir á myndini, Páll A. Klettskarð og Jákup B. Andreasen, helst bestu boðini hesaferð. Men Hørður Askham, ið var millum teir mest sannførandi í 1. umfarinum í Effodeildini, kundi eisini verið ein leikari, ið kom uppá tal til hópin, nú miðverjin Sonni Ragnar Nattestad er skaddur. Málverjin, Kristian Joensen, er neyvan uppá tal hesaferð eftir sum, at hann júst er afturkomin frá skaða og enn ongan dyst hevur leikt í Effodeildini.
Tíðindafundurin í FSF húsinum verður kl. 10.00. Tá fæst at vita, hvørjir nýggir leikarar vera í hópinum hjá Lars Olsen í mun til seinast, har minst fimm leikarar ikki eru tøkir hesaferð.