Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanska eru vit longu 50.000 fólk í Føroyum

Helgi Abrahamsen

”Fólkatalið var 49.935 tann 1. februar,” skrivar Hagstovan í morgun.

”Fólkatalið var 49.935 tann 1. februar,” skrivar Hagstovan í morgun. Fólkatalið vaks við 748 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum frá februar 2016 til januar 2017. Sostatt er ikki óhugsandi, at føroyingur nummar 50.000 longu eru føddur ella fluttur til landið. Men tað tekur tíð at fáa nýggjastu tølini uppá pláss. Ikki fyrr enn um ein mánað ber til at siga, hvussu nógv fólk búðu í Føroyum tann 1. mars.

”Enn eru so nógvar fráboðanir um fødd, deyð og flutt í februar mánað, ið ikki eru innkomnar og skrásettar, og tí er eitt fólkatal pr. 1. mars als ikki eftirfarandi enn,” sigur Hagstovan.

Fólkatalið verður funnið við at telja tey, sum eru skrásett í landsfólkaskránni, sum fær sínar upplýsingar frá kommununum. Men tað gongur altíð nakað av tíð, áðrenn allar skrásetingarnar eru komnar upp á pláss hjá kommununum og fráboðaðar landsfólkaskránni.

Fødd og deyð eru oftast skrásett 1-2 mánaðir aftan á hendingina. Tað ganga eisini 1-2 mánaðir, áðrenn flestu til- og fráflytingarnar eru komnar uppá pláss.

”Ein lítil partur av flytingunum kemur seint, tað kunnu ganga fleiri mánaðir og onkur kann koma fleiri ár aftaná,” sigur Hagstovan.

”Hetta ger, at tað uppgjørda fólkatalið ikki er heilt eftirfarandi fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað merkir eisini, at fleiri føroyingar kunna gerast føroyingur nummar 50.000, alt eftir nær ið hugt verður eftir skrásetingunum. Henda óvissan er somuleiðis orsøkin til, at Hagstovan kunnger fólkatølini ein mánað afturút, tá flestu fráboðanir um fødd og deyð, tilflutt og fráflutt eru komnar inn,” sigur Hagstovan.

Nú vit eru komin inn í hálvan mars, nærkast dagurin, tá vit kunnu siga, at vit eru 50.000 fólk í Føroyum. Men enn ganga nakrar vikur aftrat, áðrenn vit kunnu boða frá einum fólkatali, ið er farið upp um tey 50.000.

Harleywoodpaint