Um vikuskiftið fáa føroyingar eina rættiliga forvitnisliga vitjan, tá danin Hans Berntsen kemur hendavegin.
Hans Berntsen er ein vanligur maður, sum í síni tíð var stjóri hjá bilafyritøkuni Volvo í Danmark. Hann hevur haraftrat fingið ta andaligu gávuna at biðja fyri fólki sum hava tørv á forbøn til likams og sálar. Tey seinastu mongu árini hevur hann tí bert ferðast runt og hildið frelsu og grøðingarmøtir.
Nú hann vitjar í Føroyum fer hann at hava fleiri møti, har boðið verður til frelsu og grøðing – alt undir skipaðum viðurskiftum.
– Eg veit av royndum, at øllum sum biðið verður fyri, fáa nakað gott burturúr tí. Eg vil tó leggja dent á, at tað er ikki nøkur serlig megi í mínum hondum, men hjá Gudi er alt gjørligt. Tí kann eg við stórari frímóð biðja fyri øllum fólkum, sigur Hans Berntsen.
Vitjað verður í Vági, á Viðareiði, í Klaksvík og í Havn. Hans Berntsen fer av aftur landinum mikudagin.
SFSSG
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hans Bernsen vitjar í Føroyum. Hann hevur verið her fleiri ferðir áður, eins og hann hevur vitjað í fleiri ymiskum heimspørtum.
Nú eru tað so hesi fýra støðini í Føroyum sum hann vitjar. Møtirøð hansara byrjar fríggjadagin við møtum í Frelsunarherinum í Vági, fyri monnum kl. 9:30 og um kvøldið kl. 21 við almennum møti á sama staði.
Leygarkvøldið fer hann allan vegin norður til Viðareiðis, har møti verður í skúlanum í bygdini kl. 19:30. Sunnukvøldið kl. 18 verður møti í Soli Deo Gloria í Klaksvík og mánakvøldið kl. 19:30 í KFUM/K í Klaksvík. Seinasta møtið á hesum sinni verður í Oasuni í Hoyvík týskvøldið kl. 19:30.
Hans Berntsen gleðir seg til at vitja oyggjar okkara enn einaferð.
– Møtini verða hildin, við tí fyri eyga at boða Guds kærleika, og um, hvussu gleðiboðskapurin kann broyta og grøða menniskju gjøgnum persónliga forbøn, verður sagt.
Útlendskir miðlar hava víst hesum




