Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Boðini frá landsstýrinum samsvara ikki

Helgi Abrahamsen

Fer eingin missa nakað ella verða virðini javnari býtt?

Fer eingin missa nakað ella verða virðini javnari býtt? Teimum spurningunum vil Bill Justinussen, løgtingsmaður, hava greiðu á, nú landsstýrið bæði sigur, at uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan miðar eftir at býta virðini av nýggjum, og samtíðis visir landsstýrið aftur, at nakar kemur at missa nakað.

Hann hevur tí sett Høgna Hoydal hesar spurningarnar:

1) Nær væntar landsstýrismaðurin, at tær fyritøkurnar, sum í dag hava ræðið á meiri enn hægstamarkið í grein 6, stk. 1, lúka treytirnar í greinini um miðsavnan av fiskirættindum?

2) Um ein fyritøka, sum í dag hevur ræði á meiri enn hægstamarkið í uppskotinum, kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu hann sær fyri sær, at fyritøkan niðurlagar sín ognarpart av fiskirættindum, til hon lýkur treytirnar.

3) Um ein fyritøka í dag sum dømi hevur ræði á 37% av fiskirættindunum, kann hon í alla framtíð varðveita hendan rætt eftir nýggju lógini?

4) Hvussu skjótt ætlar landsstýrismaðurin, at fyritøkurnar, sum í dag sambært uppskotinum hava ræði á ov nógvum fiskirættindum, skulu lúka treytirnar sambært grein 6, stk. 1.

Fyrispurningurin er ein sokallaður ”Grein 52 a spurningur”. Tað merkir at landsstýrismaðurin skal svara skrivliga innan 10 yrkadagar.