Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinasti dagur á Norðlýsinum

Helgi Abrahamsen

So upprann mín seinasti arbeiðsdagurin á Norðlýsinum.

Eg byrjaði í starvinum tann 18. januar í fjør, og dagurin í dag er tann seinasti á redaktiónini í Klaksvík. Eg havi trivist sera væl í starvinum, men nú nýggir eigarar tóku yvir, segði eg við teir beinan vegin, at um teir høvdu brúk fyri mær, so vildi eg fegin halda fram, men teir skuldu sjálvsagt kenna seg púra fríar at gera tingini eftir teirra egnu ætlan. So vit skiljast í sátt og semju.

Í nógv ár havi eg ferðast dagliga millum Skálafjørðin og Havnina, so tað at flyta kósina móti Klaksvík var ein stór kollvelting. Havnin og Klaksvík eru tvey heilt ymisk samfeløg, og vit í Eysturoynni eru ein blanding av báðum. Fólk gera ikki tað sama og tey hugsa heldur ikki líka, so eg skilji væl, hví Norðlýsið hevur so stóran týdning fyri lokala samfelagið í Norðoyggjum. Norðlýsið hevur verið til í meira enn 100 ár, og tað er ikki bara eitt blað og ein heimasíða, men Norðlýsið er ein snúningsdepil fyri Norðoyggjar.

Eg fann skjótt útav, eftir at eg var byrjaður í starvinum sum blaðmaður, at bara tú nevnir eitt skip ella fiskarí í eini yvirskrift í Norðlýsinum, so loypur lesaratalið uppí topp beinan vegin, og rættiliga ofta eri eg komin til hús aftaná loknan arbeiðsdag, hvar ið eg havi havt fisk ella rogn við mær. Eg havi roynt at spurt onkran í Kringvarpinum, hvussu ofta tey eru komin til hús við útróðrarfiski aftaná loknan arbeiðsdag – nei tað kendu tey einki til. Føroyar eru eitt lítið land, men vit hava nógvar ymiskar mentanir í hesum lítla landinum, og tað er ein fyrimunur at vera á staðnum, um tú skal lýsa lokala samfelagið.

Og júst tí liggur ein stór ábyrgd á Norðlýsinum. Onkur hevur mint meg á, at okkurt sum eg havi skrivað sum blaðmaður, var ikki heilt tað sama sum eg onkuntíð havi sagt sum politikari, og rætt er tað. Hóast eg arbeiði á einum blaði, so skal blaðið ikki vera málgagn hjá mær. Tað eru blaðfólkini sum mugu laga seg eftir endamálinum hjá blaðnum og ikki øvugt, og so kann tað vera líkamikið, hvønn politiskan lit blaðfólkini annars hava. Men tá tað er sagt, so er eisini umráðandi at pláss verður givið fyri øllum sjónarmiðum.

Eg fari at takka teimum, sum eg havi arbeitt saman við hesa tíðina, og øllum teimum mongu, sum eg eri komin í samband við og havi lært at kenna. Hetta hevur verið ein sera góð og gevandi tíð. Eg fari somuleiðis at ynskja nýggju eigarunum alt tað besta.

Og hóast eg ikki longur verði fastur á blaðnum, so rokni eg við, at eg kortini av og á fari at skriva onkra grein í Norðlýsinum.

Helgi Abrahamsen

(Niðanfyri eru nakrar myndir frá mínum upplivingum á Norðlýsinum)