Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Yvirgangsálop á London

Jóhann Lutzen

Fýra fólk eru deyð, harímillum ein løgreglumaður og einsamalli yvirgangsmaðurin. Útvið 20 fólk eru illa løstaði

Fýra fólk eru deyð, harímillum ein løgreglumaður og einsamalli yvirgangsmaðurin. Útvið 20 fólk eru illa løstaði

Um trý tíðina í dag varð London útsett fyri tað sum ivaleyst er yvirgangsatsókn. Tað er kring enska parlamenti, at størsti dramatikkurin er. 
Løgreglan metir at talan er um yvirgang. 
Enska parlamenti hevur latið hurðarnar aftur og ongin sleppur hvørki út ella inn. 
Norðlýsið fylgir gongdini. Dagføringar niðanfyri:
18.00: Løgreglan metir at talan var bert um ein yvirgangsmann
18.00: Fýra fólk er deyð, ein løgreglumaður, yvirgangsmaðurin og tvey onnur. Fleiri fólk eru løstaði. 
17:45: Ein løgreglumaður er deyður 
17:11: Ein kvinna er tikin upp úr River Thames á lívi, tríggir løgreglumenn eru meislaðir
16.45: Løgreglan hevur tíðindafund. Løgreglan heitir á fólk um at senda myndir og filmsupptøkur, sum kunnu hjálpa í kanningararbeiðinum. Løgreglan váttar at fleiri fólk eru løstaði, men kann og vil ikki seta tal á í løtuni. 
16.35: Sky News sigur at tvey fólk eru deyð
16.20: Ein kvinna er deyð og fleiri onnur eru sera illa løstaði
15.30: London Eye og allur miðbýurin er í “lockdown”. Fólk eru innistongd, nógv ferðafólk. 
15.20: Theresa May, forsætismálaráðharri er førd trygg burtur frá stjórnarbygninginum. 
14.40: Ein bilur koyrir eina mannamúgvu niður á Westminister Bridge, samstundis sum ein maður stingur ein løgreglumann, sum skjýtur yvirgangsmannin.