(Andorra) Tað er niðurstøðan eftir dystin leygarkvøldið.
Tað endaði 0-0 í Andorra í kvøld í einum illa leiktum dysti. At tað ikki eydnaðist at vinna dystin var eitt vónbrot, men vit vistu eisini, at talan bleiv ikki um lætta uppgáva og talan var um eina støðu, har Føroyar vóru favorittar, og tað er ein óvanlig støða.
Góðkendur fyrri hálvleikur
Í fyrra hálvleiki var talan um góðkent føroyskt avrik. Hóast spælið ongantíð koyrdi serliga væl, so megnaðu Føroyar at koma í fleiri góðar støður og nakrir fínir mál møguleikar komu burturúr. Jóan Símun Edmundsson var vandamiklasti føroyski leikarin og burdi einu ferðina havt fingið meira burturúr. Ein sat við kensluni av í hálvleikinum, at møguleikin var góður fyri at vinna, um seinni hálvleikur fór at vera eins sum tann fyrri.
Dumpaðu frá 45 til 73
Men føroyska avrikið dalaði í seinna hálvleiki. Størsta vónbrotið í dystinum var frá 45. minutti til 73. minutt. Í 73. minutti fekk Jóan Símun Edmundsson reytt kort, og tá broyttust fortreytirnar. Men frá hálvleikinum og fram til reyða kortið var talan um ein dyst, har føroyska liðið nærum sovnaði burtur í einki. Tað hendi snøgt sagt einki og ei heldur lá nøkur vandastøða í luftini. Eftir útvísingina løgdu føroyingar seg eftir at fáa javnleikin heim og kanska var tað skilagott hóast vit ikki fáa svar uppá, hvat hevði hent, um Føroyar løgdu meir fyri eftir sigrinum. Eitt stig var hóast alt nógv betri enn at tapa.
Truplar umstøður
Í Føroyum eru nýggir fótbóltsreglar tiknir í brúk, har tað m.a. verður sligið hart á at sparka bóltin burtur og at standa fyri, tá fríspark er dømt. Høvdu teir reglarnir verið galdandi í kvøld, so høvdu leikararnir á heimaliðnum fingið nógv gul kort. Dómarin slerdi ikki niður á hetta og leikararnir hjá Andorra dugdu væl at brúka øll vápn fyri at fáa leikferðina úr dystinum. Hóast føroyingar vóru fyrireikaðir uppá hetta, so vóru umstøðurnar truplar.
Verjuleikararnir stóðu sterkast í myndini
Liðskiparin Atli Gregersen var kanska besti leikarin á føroyska liðnum. Verjan hevði gott tak á tí mesta og henni stýrdi Atli væl. Eisini hinir í verjuni, Jónas Tór Næs, Jóhan T. Davidsen og Viljormur Davidsen kunnu vera nøgdir, hóast báðir bakkarnir kanska ikki luttóku eins nógv í framrættaða spælinum sum ein kundi ynskt.




