og okkara dómsvald er ov vánaligt. Tað er niðurstøða mín, eftir viðferðina eg fekk, í samband við at eg klóraði mær í oyranum á einum biltúri eftir Nólsoyar Páls Gøtu.
Ikki minst prikar tað, tá ein tíðum verður myntur á órættin hvørja ferð onnur eru úti fyri nærum somu hending.
Í dag hevur Ekstrabladet eina slíka søgu ovast á breddanum.
At dómarin var lítið at sær komin, tá eg møtti í Føroya rætti og royndi at verja søk mína, er sín søk. At ein politistur sleppur at sita í rættinum og bara gita at hann hevur sæð meg havt eina telefon í hondini er ein onnur søk. Maðurin kann ikki hava sæð nakra telefon, tí eg hevði onga í hondini. Hann segði seg hava sæð eina svarta telefon, tað passaði heldur ikki, tí telefonin hevði eina gráa baksíðu. Dómarin var bara frelstur í tí, politisturin segði, og dómurin bleiv hareftir.
Tað eg eftirlýsi, er at politiið kemur við prógvum, og ikki bara pástandum í slíkum føri. Í veruleikanum hevði politiið onki prógv í rættinum, tá eg møtti ákærdur fyri at hava tosað í telefon ímeðan eg koyrdi. Har var bara pástandur ímóti pástandi. Als onki fallandi prógv. Sjálvur hevði eg bestu prógvini, tí eg hevði útskrift frá Føroya Tele um at samband hevði ikki verið frá ella til fartelefonirnar hjá mær, tað løtuna eg koyrdi í bilinum.
Í hesum tíðum, har vit hava framkomin tøknilig tól, má bera til at føra betri prógv í rættinum, enn bara gitið hjá einum politisti, sum kanska hevur sovið á vaktini.
Tað er als ikki spennandi at verða drigin í rættin av politinum fyri nakað ein als ikki




